Tað er staðfest: Jenis av Rana tekur avgerðina einsamallur um radaran

22. apríl spurdi undirritaði landsstýrismannin í uttanríkismálum, Jenis av rana, um hann kundi vátta, at endaliga avgerðin um radaran fór at liggja í okkara løgtinginum - okkara fólkaræði.

22. apríl spurdi undirritaði landsstýrismannin í uttanríkismálum, Jenis av rana, um hann kundi vátta, at endaliga avgerðin um radaran fór at liggja í okkara løgtinginum - okkara fólkaræði.

 

Mikumorgun 06. mai fekk eg so aftursvarið, og eg kann ikki beinleiðis siga, at eg fekk kaffið í hálsin, tá ið eg las svarið hjá landsstýrismanninum.

 

Har stendur meira ella minni, at Jenis av Rana kann tosa við uttanlandsnevndina inn ímillum, men at hann einsamallur stendur við avgerðini um at geva tilsøgn um ein danskan hernaðarradara í Føroyum. Uttanlandsnevndin kann geva honum eitt ráðførsluskriv, men ikki nógv meira enn tað. Løgtingið skal IKKI atkvøða um hetta.

 

Tað stendur altso eftirhondini sera greitt, at tað verður Jenis av Rana sum fer at hava endaligu avgerðina í mun til radaran. Tað er eisini tí at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, hvørja ferð teir hava fingið spurningin, hava svarað, at "avgerðin verður tikin í Føroyum".

Tað teir sjálvandi hava meint við, er at Jenis av Rana og Bárður á Steig Nielsen skulu taka avgerðina.

 

Men tað sum teir hava vóna var at fólk skiltu tað sum at løgtingið skuldi taka avgerð um hetta, men tað sum teir hava meint við, tá ið teir hava sagt "Føroyum", vóru teir sjálvir.

Teir hava altso keypt sær tíð til at koma so langt í prosessina, áðrenn fólk rakna við og fanga tað, at hendan avgerðin er tikin fyri langari tíð síðani, og at nú skal tað bara spæla so friðarliga av sum til ber, væl vitandi hvussu ópopuler hendan avgerðin veruliga er millum Føroya fólki.

 

At kalla ongin vil hava at Danska verjan setir ein hernaðarradara upp í Føroyum. Føroyar er ikki ein donsk finna í einum altjóða politiskum talvi, og tað eru vit sum koma at bera allan kostnaðin, og merkja allar avleiðingarnar av slíkari avgerð.

 

Fólkatingið hevur samtykt at játta pengar til endamálið, men Føroyingar eru hvørki spurdir ella tiknir við. Tað er tí at danska stjórnin heldur at vit ikki hava nakað at skula sagt í hesum málinum. Mann skal bara geva okkum eina fatan av, at tað er okkara avgerð.

 

Um tú heldur at nokk er nokk, og at tú ikki finnur teg í at Jenis av Rana og Løgmaður halda fólki fyri tað turra spott við einum spæli fyri gallarínum, so haldi eg at tú skal gera vart við tína ónøgd.

 

Skriva til tann politikaran, sum tú valdi til seinasta val. Deil svarið á Facebook. Ger vart við teg.

 

Eg fari so ikki at lata hetta ganga framvið, og tað haldi eg heldur ikki at tú eigur at gera.

 

Bjarni K. Petersen,

Løgtingsmaður