Tað er pláss fyri Gilla

Kappingarneyti er vorðin skaddur og AaB keypir helst ikki fleiri leikarar.

Donsku meistararnir úr AaB tryggjaðu sær í gjár víðari luttøku í Champions League, har teir nú eru náddir til sokallaða play off-dystin og í minsta lagi eru tryggjaðir luttøku í Europa League-bólkaspælinum. Hetta merkir, at felagið í minsta lagi fær 30 milliónir krónur í kassan.


Føroyski Gilli Sørensen, sum í dag hevði sína fyrstu venjing eftir drúgvan skaða, kann vænta sær at sleppa undan fleiri leikarum at kappast við í framtíðini. Ítróttarstjórin í felagnum, Allan Gaarde, sigur nevniliga, at felagið ikki ætlar sær at brúka tær 30 milliónir krónurnar til at keypa fleiri leikarar við.


Les eisini: Gilli loksins sloppin av við skaðan


- Ætlanin er, at vit ikki gera meiri í hesum flytingarvindeyganum. Tað broyta vit ikki upp á fyribils. Vit halda fast um tann pengapungin, vit hava sett til síðis til endamálið, sigur Allan Gaarde við danska Tipsbladet.


Lukas Spalvis, sum er vongleikari eins og Gilli, fekk í dystinum í gjár ein - at síggja til - álvarsaman knæskaða. Nærri kanningar verða framdar í næstu viku, men sjálvur sigur Lukas við bold.dk, at pínan var tann ringasta, hann nakrantíð hevur havt.


Allan Gaarde, ítróttarstjóri, gevur eisini ábendingar um, at enn fleiri leikarar kunnu fáa møguleikan í næstum.


- Vit hava 25 leikarar í hópinum, og næstan allir hava víst, at teir kunnu vera við. Tað er Jakob Blåbjerg eitt gott dømi um. Fyri einari viku síðani var tað eingin, sum kendi hann, men nú hevur hann spælt tríggjar góðar dystir, sigur hann við Tipsbladet.


Nógv bendir á, at tað verður pláss fyri Gilla í AaB komandi tíðina, og at hann kanska fær møguleikan á vøllinum. Tað er Gilli sjálvur samdur í, men hann hugsavnar seg um tað, sum hann skal.


- Møguleikarnir eru góðir. Eg skal arbeiða hart undir venjing hvønn einasta dag, og so skal mín kjansur nokk koma fyrr ella seinni. Tað snýr seg um at halda høvdið kalt og taka av, tá ið ein einaferð fær kjansin, segði Gilli við in.fo fyrr í kvøld.