Tað er panikkur í russum

Í sínari røðu til ukrainska fólkið í gjárkvøldið nam forsetin eisini við, hvat hann fer at siga í sínari video-talu á ST-aðalfundinum mikudagin.

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at herurin í landinum tekur seg longur og longur eystur yvir í økjum, har russisku herdeildirnar  eru flýddar.

 

- Tað er týðiligt, at hersetingarvaldið er í panikki, segði forsetin í sínari dagligu video-talu til ukrainska fólkið í gjárkvøldið.

 

Sambært Reuters sigur forsetin eisini, at tað ræður um hjá ukrainsku herdeildunum at gera skjótt av og fara inn í økini, har russiski herurin er flýddur.

 

Volodymyr Zelenskyj sigur, at tað ræður um skjótleika í framtøkunum, og skjótleika í at endurskapa eitt vanligt lív aftur í økjunum.

 

Í sínari video-røðu nam forsetin eisini við, hvat hann fer at siga í sínari video-talu á ST-aðalfundinum mikudagin.

 

Her nevndi hann, at hann í sínari røðu fer at mæla til fleiri vápnaveitingar í stríðnum móti russiska hersetingarvaldinum og aðra hjálp til Ukraina.