Tað er óreiðiligt at lata sum luft

Tí so fellur hamarin eftir løgtingsvalið ístaðin, sigur Annika Olsen, sum hevur sett sjøtul á at loysa eitt stórmál

 

- Eg vóni at tað ber til at finna eina avgerð í januar. 

Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Hon hevur nú sett hol á tað risa avbjóðingina tað er, at finna eina politiska semju um eina nýggja pensjónsskipan.

 

Løgtingið hevur longu samtykt, at hvør einstakur skal rinda 15 prosent av lønini til sína egnu pensjón.

Men so eru allir hinir spurningarnir eftir at avgreiða. Nakrir av hesum spurningunum eru um pensjónsaldurin skal hækkast, um fólkapensjónin skal skerjast ella avtakast og hvussu nógv pensjónistar kunnu forvinna afturat fólkapensjónini, uttan at pensjónin verður skerd.

Samstundis skal støða eisini takast til framtíðina hjá Samhaldsfasta.

 

Hetta eru spurningar, sum hava ligið á lánið rættiliga leingi, men í farnu viku setti landsstýriskvinnan í almannamálum sjøtul á arbeiðið at finna eina semju.

- Eg haldi at vit eiga at taka spurningin upp nú, sigur Annika Olsen.

Hon ivast ikki í, at veljarin er fullgreiður yvir, at vit skulu hava eina nýggja pensjónsskipan.

 

 

Og hon heldur, at samgongan eigur at taka málið upp nú.

- Tað er ein spurningur um at vera ærligur og gera eina nýggja skipan. Hin møguleikin er at billa veljarunum inn, at trøini veksa inn í himmalin og bara lata standa til og lata løgtingsvalið fara afturum. Men so fellur hamarin bara eftir valið ístaðin, sigur Annika Olsen.

 Hon sigur,  at hon vil fegin hava andstøðuna við, so at vit fáa stóra undirtøku fyri eini nýggjari skipan sum gjørligt.

 

- Fáa vit ikki kjølfest eina nýggja skipan nóg trygt í løgtinginum, er vandi fyri ótryggleika á økinum, og at skipanin bara verður broytt aftur, sigur Annika Olsen

 

 

Tí kallaði hon umboð fyri andstøðuna á tingi til fundar í vikuni at greiða teimum frá støðuni.

Hon sigur, at umsitingin í almannamálaráðnum hevur gjørt eitt upplegg til, hvussu penssjónsskipanin skal broytast.

Men hon leggur dent á, at talan er ikki um annað enn eitt upplegg og tað er als ikki vigjørt politiskt.

Og hon leggur afturat, at hon er sinnað at viðgera allar spurningar í upplegginum í eini roynd at finna eina semju.

- Er andstøðan sinnað at vera við og fáa ávirkan á málið, hevði tað verið tað besta. Men vil hon ikki vera við, er bara at siga til sum skjótast, so má samgongan avgreiða málið einsamøll, sigur landsstýriskvinnan.

 

 

Men av tí, at talan ikki er um annað eitt upplegg, vil hon ikki útgreina, hvat stendur í tí.

- Eg vil fegin vita, hvar flokkarnir standa, áðrenn eg viðgeri uppleggið alment, sigur Annika Olsen.