Hetta er púra veruleikafjart, men kortini er hetta ein nýggjur veruleiki vit mugu taka støðu til. Tað gjørdi Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og formaður Sambandsflokkin, greitt á landsfundinum hjá Sambandsflokkinuum um vikuskiftið. Eyðvitað fekk russiska innrásin í Ukraina nakað av umrøðu og har gjørdi løgmaður greitt, at vit skulu altíð vera til reiðar at verja fólkaræðið. Tí hevur landsstýrið boða umheiminum frá, at vit standa saman við Vesturheiminum og fordøma russisku innrásina í Ukraina. Landsstýrið hevur boðað frá, at hetta merkir, at Føroyar fara at seta tey somu tiltøk í verk ímóti Russlandi sum ES, og vesturheimurin, seta í verk. Men landsstýrið fylgir eisini við, hvat norska stjórnin ger við fiskivinnusamstarvið, tey hava við Russland.
– Vit skulu hava eina støðu í hesum máli sigur løgmaður. Hann er greiður yvir, at hetta fer at fáa avleiðingar fyri okkum. Men enn vita vit ikki hvørjar avleiðingarnar vera, tí eingin veit, hvat hetta endar við.
Um vikuskiftið komu russisk skip inn á Runavík, og tað er tað nógv, sum hava fingið ilt av. Men Bárður á Steig Nielsen sigur, at tað er ein misskiljing, tá ið fólk illneitast inn á tað. Hann staðfestir, at vesturheimurin hevur ikki stongt sínar havnir fyri russiskum skipum so alt tað virksemi er sum vant.
– Tað er heldur einki ítøkiligt á borðinum um at steingja havnirnar fyri russiskum skipum. Men ger ES av at steingja havnirnar, fara vit eisini at viðgera tað í Føroyum, og útgangsstøðið er, at so gera vit tað sama, leggur hann afturat.
Føroyar hava ein rættiliga stóran útflutning til Russland, tí ein fjórðingur av okkara útflutningi gongur tann vegin. Fyribils eru ongar ætlanir hjá ES um at boykotta útflutning av matvørum, men heldur ikki á hesum øki ber til at siga nakað um, hvat endin verður.
Hinvegin eru tey á Bakkafrosti, av sínum eintingum, givin at útflyta til Russlands og uppsjóvarvinnan fær eisini útvega aðrar marknaðir, tó at prísurin kanska ikki verður tann sami.
Føroyar hava eisini eitt umfatandi fiskivinnusamstarv við Russland, men løgmaður dugur heldur ikki at siga, hvussu verður við tí. Men hann vísir á, at tað er eitt sindur øðrvísi, tí tað er ein handil vit gera við Russland, har vit selja teimum kvotur og aftur fyri keypa vit kvotur í Barentshavinum frá teimum.
– Men nú er kríggi og vit vilja gera okkara part fyri at verja tann demokratiska heimin. Tí mugu vit eisini taka okkara part á okkum, og so mugu vit góðtaka avleiðingarnar. Tað kostar at verja fólkaræðið, sigur løgmaður og í hesum føri er politisk semja um, at vit skulu fylgja vesturheiminum í teimum tiltøkum, sum verða sett í verk í verk ímóti Russlandi, sigur løgmaður.