Tað er ómetaliga strævið at ferðast hvønn dag

Hendrik Old er ikki bjartskygdur um nýtt hugskot við ferðaætlanini hjá Smyrli

 

- Eg má siga, at hetta síggi eg ikki ljóst uppá.

 

Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, er ikki heitur fyri einum hugskoti, sum nú er lagt fram um, at Smyril.

 

Tað, hann hugsar um, eru tankarnir, sum nú eru frammi um at lata Smyril sigla úr Suðuroy hvønn morgun klokkan seks, fyri at gera tað lættari at búgva í Suðuroy, hóast ein arbeiðir, ella gongur í skúla, í Havn.

 

Smyril skuldi so sigla suðuraftur klokkan 16.30, so at fólk kundi vera heima aftur rættiliga tíðliga um kvøldið.

 

Enn er ongin avgerð tikin, men á einum fundi við suðuroyingar, varð hetta nevnt sum eitt hugskot fyri at forða fyri, at fólk máttu flyta av oynni fyri at arbeiða, ella ganga í skúla, í Havn.

 

Men Hendrik Old ásannar, at hetta er ikki ein tanki, sum dámar honum. Og hann leggur afturat, at tað er ikki hetta, sum liggur í kortunum beint nú.

 

Hinvegin vildi Strandferðslan fegin frætta frá suðuroyingum at vita, hvat teir halda um hetta.

 

Hendrik Old væntar ikki at tað eru mong, sum fara at brúka minst fýra tímar um dagin umborð á Smyrli, umframt ferðina ímillum heim og Smyril.

Og hetta er í bestu líkindum, tí í vánaligum veðri er ofta, at túrarnir eru longri enn tað.

 

Sjálvur hevur hann siglt so nógv sum fáur ímillum Suðuroynna og Havnina í sambandi við, at hann hevur verið tingmaður í ein lítlan mansaldur.

 

- Tað eina árið sigldi eg 156 ferðir ímillum Suðuroy og Havnina, og tað minnist eg, var ómetaliga strævið og tungt, sigur hann.

 

Tí dugir hann ikki at síggja fyri sær, at fólk fara at sigla næstan tvær ferðir so ofta  ímillum Suðuroynna og Havnina í sambandi við arbeiði ella skúla.

 

- Eg ivist stórliga í um fólk  orka tað í longdini, heldur landsstýrismaðurin í samferðslumálum.

 

Men kanska tey yngru meta tað øðrvísi, leggur hann afturat.

 

Serliga væntar hann, at tað verður mótstøða at fara úr Suðuroy klokkan seks á morgni um veturin, serliga hjá teimum, sum ikki skulu møta í Havn, fyrrenn út á dagin.

 

Men fæst Smyril at sigla fleiri túrar sum mánadagar, tvs úr aftur Suðuroy klokkan 11 á morgni hjálpir tað ein heilan dag.

 

Hendrik Old sigur, at fyri nøkrum árum síðani, fregnaðist hann eftir, hví so nógvir suðuroyingar vóru farnir til Havnar á miðnámsskúla, og svarið frá teimum flestu var, at tað var so langt at koyra í skúla, at tað var munandi lættari bara at fara til Havnar.

 

Men hann leggur afturat, at hetta var áðrenn, skúlin varð bygdur í Hovi, so um støðan er øðrvísi nú, veit hann ikki.