Hetta eru dagar, tá Heystfagnaður er á Eiði, og fagnaðurin fevnir um alla seinnu hálvu av vikuni - ella dagarnar 13.-17. oktober. Aftur í ár rúmar tiltakið øllum tí, sum fagnaðurin plagar at hava, bæði til børn, ung og tilkomin.
Hósdagurin er dagurin, tá høvið verður til kjak, og soleiðis var eisini í gjárkvøldið, tá stórur pallborðsfundur var í mentanarhøllini í skúlanum, sum eisini varð beinleiðis sendur í KvF.
Hin stóri dagurin á fagnaðinum leygardagurin, men eisini í dag, fríggjadagin, verður nógv ymiskt á skrá, og her verður eitt nú seyðasýning við hagapørtunum á Eiði.
Á fótbóltsvøllinum í Hólmanum verður ymiskt fyri børnum. Her verður fótbóltur við leikarum úr bestu deildunum, bæði hjá kvinnum og monnum, sum fara at spæla ímóti børnum, og her verður hestaríðing.
Í húsinum í Hólmanum verður talvkapping, har bæði børn og vaksin kunnu verða við, og seinni fríggjakvøldið verður eisini heyst-quiz í Hólmanum.
Í kvøld verður mentanarhøllin í skúlanum karmur um fyrilestrar, og eftir fyrilestrarnar verður høvi til drekka og køkur.
Seinni í kvøld verður felags gekka-spæl í miðhøllini í skúlanum.
Leygardagin á middegi verður Heystfagnaðurin formelt settur, og tað verður borgarstjórin, Rógvi Egilstoft, sum fer at bjóða vælkomin og fer at siga nøkur orð.
At fletta kúgv er vorðið eitt afturvendandi og væl umtókt tiltak, og soleiðis verður aftur í ár, tá kúgvin verður flett beint eftir setanina.
Í fleiri av neystunum verða ymisk tiltøk, og her verður onkur listaframsýning, søluframsýning, søla av heimavirkaðum, pannukøkusøla, tøving, veving, brýning og ymiskt annað.
##med2##
Á Eiði verður eisini frálærufletting og søgufrásagnir fyri børnum.
Í einum av neystunum verður søla av heystfagnaðarpløggum og taskum, og her verður troyggjumarknaður.
Leygardagin verða fleiri kappingar, eitt nú hespukapping, gita livandi vekt á veðri, og her verður føroyameistarakapping í at halda eplasekki. Sum altíð á Heystfagnaðinum verður eisini rullupylsu-og kjøtpylsukapping, sum byrjar klokkan 15, og her skal finnast út av, hvør eigur bestu pylsurnar.
Tann stóra løtan verður seinnapartin leygardagin, tá fyrra innleiðandi umfarið verður í fletting. Seinni verður so seinna innleiðandi umfar, og sambært fyribilsskránni byrjar sjálv finalan um føroyameistaraheitið í fletting klokkan 20. Eftir finaluna verður seyðauppboðssøla, og tá verður eisini avdúkað, hvør vinnarin er í kappingini um at gita vektina á veðrinum.
Leygarkvøldið verða fleiri góðar tónleikaframførslur við eitt nú Jens Marna Hansen og Niclasi Hera Jákupssyni, og seinni fara eisini Signar í Homrum og Ester Christiansen & Safir at syngja og spæla. Klokkan 23 verður felagssangur; síðan verður føroyskur dansur, og á midnátt leygarkvøldið verður enskur dansur á Eiði.
Á Facebook-síðuni - Heystfagnaður á Eiði - liggur leypandi kunning um tiltakið, og her liggja eisini myndir, sum vórðu tiknar í gjárkvøldið, tá tey grillaðu grind og høvdu rómaepli afturvið.
##med3##