Tað er nú ella ongantíð

Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Deplinum, óttast, at tey 15 fastbúgvandi á deplinum aldri fáa eitt heim

Sambýllð, Eystan Heyg, sum hevur 16 íbúðir, skuldi seta endaligt punktum fyri einari tíð, har fólk við sálarligari sjúku hava fastan bústað á Psykiatriska Deplinum, hóast tey ikki eru í viðgerð. Men nú er sáddur ivi um, hvør skal búgva har.


- Lógin varð broytt, tí tað virkaði eitt sindur fýrkantað, at tað skuldi standa við lóg, hvør skuldi búgva í sambýlinum, tí hvat nú, um tey ikki vórðu skikkað, ella ikki høvdu hug til at búgva har, tá ið avtornaði, sigur Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Deplinum.

Nógv bendir á, at júst hetta er hent, tí so nógv ár eru liðin, síðan man fór undir at finna hesum fólkum eitt heim uttan fyri sjúkrahúsøkð.

Av tí at lógin varð broytt, hevur landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, valgt, at síðustilla tey við restina av bíðilistanum hjá almannaverkinum, og tey fáa sostatt ikki framíhjárætt til sambýlið Eystan Heyg.

Sostatt standa tey 15, sum búgva á Psykiatriska Deplinum á bíðilista á jøvnum fóti við tey í alt 49 fólkini við sálarligum avbjoðingum, ið standa á bíðilista til bústað hjá almannaverkinum í dag. Nøkur av hesum fólkum hava bíðað í 30 og 40 ár, eftir at flyta út av psykiatrisku deildini.

Tormóður Stórá óttast tí fyri, at hesi fólkini ongantíð koma út av sjúkrahúsinum.
- Tá eg hoyrdi svarið frá Anniku - ja, tá bleiv eg bangin fyri, at hesi fólkini aldri koma út, sigur hann. Hann er sannførdur um, at verður tað ikki nú, verður tað ongantíð.

Fleiri av búfólkunum hava glett seg til sítt nýggja heim - onnur stúra, tí tað er ein stór broyting og avbjóðing, tí tey hava verið á Psykiatriska Deplinum í so nógv ár.

Men ein psykiatriskur depil er ikki eitt stað, har fólk skulu búgva, sigur Tormóður Stórá, sum hevur roynt at gjørt sítt til, at búfólkið er so væl fyrireikað til at flyta sum gjørligt.

- Vit hava havt seks fólk búgvandi í einum slag av sambýlið, so tey eru von við hendan háttin at búgva uppá, sigur Tormóður Stórá. Í dag eru tó bert fimm av teimum á lívi.

Tormóður Stórá staðfestir, at øll, sum hava fastan bústað á Psykiatriska Deplinum í dag eru før fyri at búgva í sambýlinum, Eystan Heyg. Spurningurin er bara, hvussu nógva røkt almannaverkið er til reiðar at veita teimum.

- Summi hava tørv á nógvari røkt, men tað er røkt, sum tey fáa í dag, og sum tey líka væl kunnu fáa á sambýlinum, sum á Psykiatriska Deplinum. Spurningurin er bara, um man vil gjalda fyri tað í almannaverkinum, sigur Tormóður Stórá.

Hann heldur, tað er av týdningi, at politikarir tryggja, at tey 15 fáa eitt heim uttan fyri Psykiatriska Depilin - uttan mun til, um tað er í Sambýlinum Eystan Heyg.

Tað eru tó ikki játtaðir fleiri pengar til bústaðir til fólk við sálarligum avbjóðingum, so tað verður helst ongantíð, um tað ikki verður nú, staðfestir Tormóður Stórá.