17 ára gamli rapparin og hiphoparin Marius DC hevur útgivið tvær sonevndar ep útgávur – tað eru útgávur við nøkrum sangum, í hansara føri seks sangir á hvørjari ep. Hann hevur vunnið FMA-heiðursløn sum Ársins nýggja navn í 2019, og hann hevur framført til størri og smærri tiltøk.
Hiphop tónleikurin kann stundum kennast nakað ágangandi í orði og tónum. Summir av rapparunum kunnu hava rættiliga ófantaligan málburð, og tað liggur stundum ein aggressivur tóni í rappinum og framburðinum. Tað er líkasum partur av konseptinum.
Nakað av tí hoyrist eisini í hiphopinum hjá Marius DC. Í føroyska rappinum »Respekt« vil Marius DC vera við, at »mínir tekstir eru eitt vápn«.
– Mikrofonin gevur mær makt, og eg kann siga nógv við mínum orðum. Eg havi ikki fyri neyðini at brúka harðskap til nakað, eg kann brúka orð. Tað fylgir eisini ein ábyrgd við, tí tað er nógv megi í orðum. Vit vita jú, at skalt tú taka valdið frá fólki, brennir tú bøkurnar hjá teimum, sigur Marius DC við VikuskiftisSosialin.
– Fyrst og fremst njóti eg at gera tónleik. Eg fái eina gleði burtur úr at skapa, og eg vildi gjørt tónleik gratis, um tað skuldi verið. Eg sleppi at úttrykkja meg, og eg havi longu fingið nógvar stórar upplivingar við tónleikinum. Tað er ein stóra gáva at sleppa at gera hetta, sigur hann.
Samrøðan kann lesast í fullum líki í VikuskiftisSosialinum.