Tað er nógv byggivirksemi á Dungasandi í Sørvági

- Fótbólturin í Vágum er í rívandi menning, og bæði menn og kvinnur eru við í fremstu røð.

Nógv virksemi er á Dungasandi í Sørvági hesum døgum, har bæði umbyggingar og útbyggingar fara fram. 

 

- Arbeiðið byrjaði í vár, men steðgaði upp næstan beinanvegin, tá friðingarmyndugleikin setti ein fyribils steðg í, men nú er tann knúturin endaliga loystur, og øll loyvi eru fingin uppá pláss.

 

Tað siga tey í Sørvágs kommunu.

 

- Fótbólturin í Vágum er í rívandi menning, og bæði menn og kvinnur eru við í fremstu røð. Menninir fingu í ár sítt besta úrslit nakrantíð, og endaðu nummar fimm við 40 stigum.

 

Víst verður á, at hetta eru 11 stig fleiri enn í fjør. 07 Vestur var eisini í hálvfinaluni um Løgmanssteypið í ár, har liðið tapti móti HB.

 

- Ungdómurin gjørdi eisini fleiri góð hál í kappingarárinum, og U21-liðið hjá monnum gjørdust føroyameistari. Eisini fingu fleiri av okkara ungdómsleikarum landsliðsboð, bæði hjá gentum og dreingjum.

 

Í Vágum staðfesta tey, at hetta ber boð um eina bjarta framtíð hjá felagnum.

 

Men, fyri at spæla í bestu deildini, so fylgja eisini nógv krøv til kringumstøðurnar. Eitt av hesum krøvum er, at áskoðarar skulu kunna sita undir taki, og hetta skal verða í seinasta lagi í 2024. 

 

- Eisini er eitt fjølmiðlarúm eitt krav. Fjølmiðlarúmið er nú innilokað, og tað er Egil Petersen, sum hevur staðið fyri timburarbeiðnum. Hetta er gjørt í framhaldi frá O7 Vestur-húsinum og heimeftir.

 

Teir, sum stóðu fyri stoypiarbeiðnum, vóru arbeiðsmenn hjá Gutta Guttesen í Bø.

 

- Niðara hæddin verður eitt goymslurúm til mál og aðra útgerð. Vegurin framvið Kirkjuánni til 07 Vestur-húsið er nú blivin asfalteraður í vikuni, og tað eru arbeiðsfólk hjá Vága Asfalt, sum hava gjørt hetta.

 

Í Sørvágs kommunu vísa tey á, at hinumegin 07 Vestur-húsið og ímóti Stórá skal skýlið byggjast, sum fer at rúma 480 áskoðarum og verður yvir 4. hæddir.

 

- Skýlið er projekterað við støði í L-elementunum frá gamla Tórsvølli. Skýlið er projekterað so lágt sum gjørligt við atliti til grannarnar. Klæðingin verður ein opin alu-klæðing, so skýlið verður transparent, sum tað verður rópt, at síggja til frá Niðaravegi, verður lagt aftrat.

 

##med2##