Tað er nógv bíligari enn tey hava sagt

Tí heita tey á Løgtingið um at samtykkja tað, sum skjótast

Verður arbeiðsvikan stytt niður í 37 tímar, fer tað at kosta samfelgnum einar 800 milliónir krónur. Tað varð upplýst, seinast Løgtingið viðgjørdi eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum um at stytta arbeiðsvikuna.

 

Tí hava nøkur fakfeløg tikið seg saman og hava sett fakfólk at greina málið út í æsir. Tað eru teir báðir, Jan Otto S. Holm, búskapar- og fíggjarfrøðingur, og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, ið hava útgreinað málið, og teir hava eisini kannað fyrimunir og vansar við at stytta arbeiðsvikuna.

 

Og niðurstøðan hjá teimum er, at tað fer ikki at kosta 800 milliónir at stytta arbeiðsvikuna, men tað fer at kosta 104 milliónir. Úrslitið av kanningini hjá teimum báðum varð løgd fram seinnapartin, og úrslitið er, at verður arbeiðsvikan stytt, førir tað við sær, at starvsfólk eru minni strongd, tey hva færri sjúkradagar og fáa eitt betri lív.

 

– Hetta eru ágóðar hjá samfelagnum, sum vísa, at tað er neyðugt av álvara at taka málið at stytta arbeiðsvikuna upp til kjak, siga fakfeløgini. Fakfeløgini, sum hava fingið hesa kanningina í lag, eru átta fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum, nevniliga Fakfelagssamstarvið, umframt Heilsuhjálparafelag Føroya og Heilsurøktarafelagið. Fakfelagssamstarvið eru Akademikarafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsfelagið.

 

Fakfeløgini siga, at nú tað er staðfest, at kostnaðurin er nógv minni enn upplýst, heita tey á Løgtingið um at stytta arbeiðsvikuna skjótast til ber, soleiðis at almennu Føroyar gerast meira kappingarførar í hørðu kappingini um arbeiðsmegi.