- Tað er nervapirrandi

Tað sigur Sunleif Rasmussen, fáar tímar áðrenn hansara næsta symfoni verður frumframførd.

Í kvøld verður nýggja konserthúsið í Helsinki karmur um eina framførslu av symfoniini The Earth Anew. Tað er einki óvanligt við, at nýggj verk verða framførd, men tað serliga við hesari symfoniini er, at tað er føroyski listamaðurin Sunleif Rasmussen, ið hevur skrivað verkið.


Talan er um næstu symfoniina, ið Sunleif Rasmussen hevur latið úr hendi, og tá in.fo tosaði við hann fyri løtu síðani viðgekk hann, at tað verður spennandi at hoyra endaliga verkið í kvøld.


- Symfoniin varð liðug í mars, men í kvøld er tað frumframførslan av henni. Tað er nervapirrandi at sita til eina slíka frumframførslu. Eg havi hoyrt verkið í høvdinum og sæð tað á nótunum, men at hoyra tað í veruleikanum er nakað heilt annað.


- Eg hoyrdi tey venja hana fyri fyrstu ferð fyri tveimum døgum síðani. Tað fungeraði væl, men tá man hoyrdi fyri fyrstu ferð, so vóru tað nakrar justeringar, ið skuldu gerast millum kór, solistar og orkestur.


Sunleif Rasmussen upplýsir, at symfoniin tekur útgangsstøði í norrøni gudalæru, er ein tíma til longdar og er skriva í fýra satsum.


- Verkið er skriva til eitt orkestur, kór og tveir solistar, ein bariton og ein sopran. Tað tekur útgangsstøði í norrøni gudalæru og er um Yggdrasil, lívsins træ. Í norrøni gudalæru røkkur Yggdrasil heilt upp til himmals, hevur tríggjar røtur og gevur lív til alt.


- Verkið er býtt upp í fýra satsir. Tann fyrsti satsurin fyrigongur í Yggdrasil, áðrenn fari verður til Heljar í næsta satsi har tónleikurin verður eitt sindur tyngri. Triði satsurin er meira lættur og skemtiligur og tekur útgangsstøði í einum íkorni, ið býr í Yggdrasil og slatrar millum tær ymisku verðirnar.

- Síðsta satsur er um ragnarok og endar við, at alt verður skapt av nýggjum. Tað endurspeglast eisini í heitinum á verkinum, The Earth Anew. Talan er um ein enda, ið eg havi roynt at fingið at virka blíðan, positivan og vakran. Sjálvur tónleikurin í verkinum er øgiliga kraftfullur og kontrastirnir millum satsirnar er stórur.


Tað er finska orkestrið, ið hevur bílagt verkið, og talan er um fólk, ið frammanundan eru væl kend við tónleikin hjá føroyska listamanninum.


- Hetta orkestrið hevur bílagt og goldið verkið, og er eitt orkestur, ið hevur spælt nógv av mínum tónleiki fyrr. Seinastu tíggju árini hava tey spælt fimm ymisk verk hjá mær, harímillum framførdu tey mína fyrstu symfoni fyri átta árum síðani.


Føroyingar, ið ynskja at hoyra symfoniina, mugu keypa sær ein ferðaseðil til útlandi ella lurta á netinum, tí sambært Sunleif Rasmussen, so er ongin nóg stór høll í Føroyum.


- Tað er tíverri ongin nóg stór høll til hesa symfoniina í Føroyum, men tað ber til at stroyma framførsluna á netinum í annaðkvøld. Annars er áhugi fyri verkinum í Íslandi og Bretlandi, men einki er endaligt enn.