KÍ ferðalagið fyrireikar seg at fara í Gundadal, har væl upplagdi Heðin Klakstein og liðfelagarnir skulu spæla ímóti Eyðuni Klakstein og hansara monnum. Støðutalvan sigur, at tað eru seks stig teirra millum. Tá ið B36 tók ímóti KÍ skírisdag, var úrslitið 1-0 heimasigur. Jákup á Borg umsetti brotsspark til sigursmálið í evstu løtu undan steðginum.
At NSÍ meiri enn hálvkiksaði á heimavølli ímóti TB í gjár ber við sær, at tað fer at kennast eyka søtt at vinna stig hjá bæði B36 og KÍ.
Eftir at úrtøkan í fleiri dystum ikki hevði verið so stór, var tað sera kærkomið hjá B36, at tað í síðsta umfari eydnaðist at vinna 3-1 í Trongisvági.
Jákup á Borg, Gestur B. Dam og Hørður Askham eru skaðadarvaðir. Tað verður roknað við, at Jákup á Borg verður millum teir fyrstu ellivu. Hinir báðir vera ikki á liðnum. Andrias Eriksen fer at loysa av í miðverjuni.
Í Klaksvík arbeiða teir við at skipa miðvøllin av nýggjum. Evrard Blé er ikki longur í felagnum, og Atli Danielsen er burturstaddur. Tað verður hildið lítið um at umskipa ov nógv, men tað er ein møguleiki, at Ndende verður fluttur úr miðverjuni og fram á miðvøllin, og ivaleyst verður Hjalgrím Elttør aftur millum teir fyrstu ellivu, eftir at hann hevur verið á næstbesta liðnum í tríggjar vikur.
At tað ber til at vinna á B36 á útivølli, sóu klaksvíkingar á 110 ára føðingardegnum hjá KÍ 24. august 2014, tá ið úrslitið í Gundadali var 1-0 KÍ sigur. Ta ferðina var Bárður J. Heinesen einsamallur málskjútti – í 87. minutti.










