Tað er mannfall í B36

ÍF er á veg í Gundadal at spæla fyri lívinum

Klokkan 18 verður fyrsta bríksl í næstsíðsta dystinum i 21. umfari. Tað verðurí Gundadali, harB36 fær vitjan av ÍF. Hetta er triðja ferðin, at B36 og ÍF hittast í ár. 5. mai vann B36 5-1 á heimavølli, og 1. juli og í síðsta umfarinum undan summarsteðginum vann B36 3-0 í Fløtugerði í Fuglafirði.

 

B36 er á triðja plássi við 46 stigum. Tað er eitt stig fram til HB, sum er næstfremst, og tað eru seks stig fram til KÍ. ÍF er næstaftast við 12 stigum. Tað eru tvey stig aftur til AB, og tað eru fýra stig fram til TB, sum hevur spælt 21 dystir, meðan ÍF hevur spælt 20 dystir.

 

B36 dagsskráin er í fyrstu atløgu at vinna næstfremsta plássið frá grannunum í HB. Hjá ÍF snýr tað seg um at bjarga lívinum í bestu deildini, sum ÍF vann fyri einum ári síðani.

 

Tað kemur væl við hjá B36 venjaranum Dan Brimsvík, at hann hevur nógv fólk at velja ímillum. Sonni Ragnar Nattestad er leikbannaður og Andrias H. Eriksen og Mattias Weihe Joensen eru skaddir, og so er tað ivi um fleiri aðrar spælarar, sum eru darvaðir av skaðum. Teir eru Magnus Egilsson, Mattias Hellisdal, Benjamin Heinesen og Eli Falkvard Nielsen. Hannes Agnarsson hevur havt trupulleikar við fótliðnum, men hann var a vøllinum í sjey minuttir í 3-0 útisigrinum ímóti TB sunnudagin.

 

Hjá ÍF er Jóhann J. Højbro leikbannaður og Pól Jákup Lundsbjerg er skaddur.

 

B36 – ÍF: Matti Roth Finnland kl. 18.00