Tað er ikki vist at eg stilli upp til løgtingsvalið

Tað skal ongin ivast í, at eg altíð taki Føroya Arbeiðarafelag framum ein sess í Løgtinginum, sigur Ingeborg Vinther

Tað er mangt sum bendir á, at verkamannafylkingin missir sín fremsta politikara, nú løgtingsval verður seinni í vár.

Ingeborg vinther hevur ikki endaliga gjørt av, um hon fer at stilla uppaftur til komandi løgtingsval.

­ Men tað er slett ikki vist, sigur hon.

Hon sigur, at hon ætlaði ongantíð at stilla upp, men eftirlíkaði av neyð, tá ið Verkamannafylkingin manglaði valevni í Suðuroynni.

Umframt at vera politikari, er Ingeborg Vinther sum kunnugt eisini formaður í Føroya Arbeiðarafelag.

­ Eg havi ongantíð dult fyri, at eg altíð fari at taka fakfelagsarbeiðið í Føroya Arbeiðarafelag framum ein sess í løgtinginum.

­ Eg havi verið í Føroya Arbeiðarafelag í nógv ár, og eg havi verið við til at bygt tað upp til at verða eitt stórt, sterkt felag.

­ Og tí arbeiðnum vil eg ikki sleppa, sigur hon.

Hon leggur afturat, at tað eru nógv stórmál at arbeiða við í Føroya Arbeiðarafelag í komandi tíðum.

­ Ikki minst er tað ætlaða pensjónsskipanin, sum vit hava lagt lunnar undir og sum eg leggi stóran dent á at fáa at virka. Men tað eru eisini onnur mál, og tey vil eg hvørki forsøma, ella svíkja

Ingborg Vinther sigur, at av tí at arbeiðið í Føroya Arbeiðarafelag er so umfatandi, er tað ógvuliga ivasamt, um stundir eisini verða til tað politiska arbeiði. Og verða ikki stundir til bæði, er eingin ivi hjá Ingeborg Vinther um, hvat hon offrar.

­ Eg fari altíð at taka fakfelagsarbeiðið framum ein sess í løgtinginum, sigur Ingeborg Vinther.


Fylkingin er neyðug

Orsøkin til, at Ingeborg Vinther ivast í at stilla uppaftur er sostatt ikki tí, at hon heldur, at nú er ikki brúk fyri Verkamannafylkingini longur

Hon er nevniliga rúkandi ósamd við fyrrverandi floksfelaga sínum, Kristjani Magnussen, í hansara metingum av Fylkingini.

Kristjan Magnussen helt, at Verkamannafylkingin var tiltrongd, táið hon kom, men at hon nú hevur tænt sínum endamáli.

­ Okkurt skal maðurin siga, nú hann er farin krúpandi aftur í Javnaðarflokkin, eftir hann hevur bygt alla sína politisku karrieru uppá, nettupp at spilla Javnaðarflokkin út.

­ Men hetta vísir bara, hvussu lágt summi eru til reiðar at seta seg fyri ein fjálgan løgtingssess og fyri at fáa politiska makt, sigur Ingeborg Vinther.

­ Verkamannafyrlkingin hevur ikki tænt sínum endamálið. Vit hava tvørturímóti brúk fyri einum flokki, sum verjir áhugamálini hjá teimum lágløntu og teimum veiku í samfelagnum annars, tí tey eiga ongan góðan í hinum flokkunum.

Tí er eisini ætlanin at Fylkingin stillar uppaftur

Ingeborg Vinther nevnir eitt nú, at tað eru nógvar lógir í gildi í øðrum Norðurlondum sum hava til endamáls at verja tey lágløntu, men tær lógirnar eru ikki í gildi í Føroyum.

Sjálv hevur hon lagt onkrar fyri tingið, og partamaður hennara, Luitjen Apol, legði aðrar fram ta stuttu tíðina, hann sat á tingi.

­ Hetta eru t.d. lógir, ið skulu forða fyri hópuppsagnum, lógir, sum skulu verja løntakaran, táið virki skifta eigara og lógir, sum áleggja arbeiðsgevurum upplýsingarskyldu mótvegis løntakarum - fyri at nevna nøkur. Eisini hevur Luitjen Apol m.a. lagt uppskot fram um at lønir aftur skulu verða prístalsviðgjørdar.


Vil ikki siga

Hóast verkamannafylkingin ikki stillaði upp til fólkatingsvalið í gjár, vil Ingeborg Vinther ikki siga, hvar hon setti krossin, ella, hvat, hon hevur mælt sínum viðhaldsfólki til at velja.

­Men eg kann siga so mikið, at eg havi mælt fólki til at fara á val og at seta krossin soleiðis, so at at tey ikki hjálpa Sambandsflokkinum og Fólkaflokkin aftur á Fólkating, leggur Ingeborg Vinter afturat.

Annars hevur hon ongar viðmerkingar til, at gamli partamaður hennara, Óli Jacobsen nú hevur fingið arbeiðaramál at umsita.