Ikki vandaleyst

- Tað er ikki vandaleyst at senda fólk út til bjargingaruppgávur. Tí er best, at byrgt verður fyri, at skaðar henda.

Nú veðurforsagnirnar eru so ringar, heita kommunur víða um landið á sínar borgarar um at taka upp leysar lutir.

 

Á fleiri kommunalum heimasíðun síggja vit slíkar áheitanir í dag, og tað eru eisini sløkkilið og Føroya Politi, sum heita á fólk um at taka upp tað leysa.

 

- Tað er ikki vandaleyst at senda fólk út til bjargingaruppgávur, og tí er best, at byrgt verður fyri, at skaðar henda, siga tey í Sørvágs kommunu í dag.

 

Sørvágs kommuna og Sørvágs Sløkkilið vísa eisini á, at tað er betri at vera fyrivarin enn eftirsnarin, nú veðurforsagnirnar eru so ringar.