Ein næmingur í einum miðnámsskúla í Føroyum verður undirvístur í 315 klokkutímar í føroyskum í trý ár.
Tað upplýsir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, nú Gunvør Balle hevur. Hann sigur, at sostatt eru vit hampiliga væl fyri í Føroyum afturímóti hinum norðanlondunum.
Íslendskir miðnámsskúlanæmingar fáa undirvísing í móðurmálinum í 339 klokkutímar í fýra ár. Noreg nýtir 393 klokkutímar í trý ár, men har eru tvey norsk mál. Svøríki nýtir 184 klokkutímar í tvey ár og Danmark nýtir 260 klokkutímar í trý ár.
Hann sigur eisini, at lutfallið ímillum føroyskar og danska uppgávur er eisini batnað til fyrimuns fyri føroyskt.
- Lutfallið ímillum danskar og føroyskar uppgávur hevur verið ávikavist 54% danskar og 46 % føroyskar, men nú eru fleiri uppgávur á føroyskum
Bjørn Kalsø sigur, at í løtuni hevur Mentamálaráðið ikki tøka manning til at gera allar uppgávur í Føroyum.
- Trupulleikin er serliga eyðsýndur í teimum smáu skrivligu lærugreinunum, sigur Bjørn Kalsø.
Hann sigur, at í teimum smærru lærugreinunum er ikki lætt at manna uppgávunevndir, sum kunnu virka í fleiri ár, tí at kalla allir undirvísarar í lærugreinini eisini vera noyddir at sita í uppgávunevndunum.
- Í onkrari lærugrein er tó møguligt at framleiða fleiri føroyskar uppgávur, og ætlanin er eisini at flyta okkum rætta vegin.
Bjørn Kalsø sigur, at leysliga mett hevði tað kostað einar 600.000 til 700.000 krónur meiri um árið, at gera allar uppgávurnar á føroyskum.
Landsstýrismaðurin nevnir eisini, at í okkara grannalondum, er fremmandamáli í fríum falli.
- Talið av undirvísarum í fremmandamálum á universitetinum í Keypmannahavn er seinstu 10 árini fallið eini 70 prosent í týskum og fronskum, eini 60 prosent í italienskum og eiini 20 prosent í enskum og sponskum.
- Enskt sær út til at gerast seinna móðurmál hjá teimum ungu, sigur Bjørn Kalsø, men hann staðfestir, at málførleiki er týðandi táttur í miðnámsskúlaskipanini og tí fer hann at fylgja væl við gongdini.
|