Tað er ikki longur bráðneyðugt at útvega nýggj skip

Tað er ikki bráðneyðugt at útvega Strandferðsluni nýggj skip – hóast fleiri av teimum eru gomul

Strandferðslan fær ikki nýggj skip á hesum sinni. Tað er greitt, nú rættarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot frá Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi um at at útvega Strandferðsluni nýggj skip. Tær siga, at verða einar 300 – 500 milliónir, brúktar tilsamans í eini fimm, seks ár, ber til at útvega nýggj skip til tær smærru ruturnar, har nógv skip eru rættiliga gomul.

 

Men tað tekur samgongan ikki undir við. Umboðini fyri samgonguna í Rættarnevndini, siga, at Uni Rasmussen, landsstýrismaður, arbeiðir við ymiskum samferðslumálum, eisini um Strandferðslan skal gerast til eitt alment partafelag.

 

Landsstýrismaðurin heldur annars, at beint nú er ikki bráðneyðugur tørvur á at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni,  tí fleiri skip hava fingið stórar umvælingar. Men eftirsum landsstýrismaðurin arbeiðir við málinum, er óneyðugt at biðja hann um tað eina ferð afturat, siga umboðini fyri samgonguni í rættarnevndini.

 

Tey í andstøðuni halda als ikki, at støðan er nøktandi, tí ferjurnar eru gamlar, ótíðarhóskandi og á ongan hátt framtíðartryggjaðar. Men nú er bráðneyðugi tørvurin fluttur eini trý ár fram, tí stórar ábøtur eru gjørdar á Rituna og Ternuna.

 

– Tað er staðfest, at landsstýrið arbeiðir ikki við málinum, og ongin peningur er settur av til endamálið hesi næstu árini, sigur andstøðan. Hinvegin verður arbeitt við at gera broytingar á Strandferðsluna, og eitt boð at gera hana til eitt alment partafelag.

 

– Ójavnin øki í landinum sær út til at økjast. Nøkur øki hava glæsiligar tunlar og góðar vegir, men onnur pláss hava eina vánaliga samferðslu – og umstøðurnar hjá teimum, sum noyðast at sigla, eru serliga vánaligar.

 

– Júst tey sum sigla, hava heldur ikki útlit fyri batum, sum støðan er í løtuni. Tað hevur eisini týdning, at atløguviðurskiftini eru nøktandi, og tí er eisini neyðugt, at ein ætlan um atløguplássini er ein partur av eini framtíðarætlan fyri strandfaraskipunum.

 

– Góð samferðsla er altavgerandi fyri, hvar fólk kunnu liva og virka. Hetta er avgerandi fyri bæði vinnumøguleikar, menning og trivnað. Tí má arbeiðast miðvíst við at bøta um samferðslumøguleikarnar í útjaðaranum, skal honum verða lív lagað, siga tey í andstøðuni.