Síðani klokkan 13 hevur tað verið gullrómur í Klaksvík, og soleiðis er tað framvegis. Á vøllinum vórðu gullkrónur og FM steyp handað liðnum, sum so ruddiliga hevur vunnið FM 2024. Og tá ið gull og skreyt var handað, komu KÍ kvinnurnar á vøllin við FM steypinum, sum tær fingu handað fyri einari viku síðani.
Har vóru allar kvinnurnar. Eisini tær sum í løtuni eru upptiknar av fyrireikingunum til Nations League dystin, sum týsdagin verður á Tórsvølli.
-Sjálvandi vildu vit fegnir vunnið dystin ímóti Víkingi í dag, men nú fegnast vit um, at talan hevur verið um eitt stórt kappingarár, og at vit hava vunnið FM. Tað bíða framvegis stórar avbjóðingar í Europa, og vit eru spentir at vita, hvussu langt vit fara at røkka í tí kappingini, sigur Magne Hoseth venjari í samrøðu við Televarpið.
Magne Hoseth staðfestir enn einaferð, at hann eisini í 2024 verður venjari í Klaksvík. Hvussu tað verður við fólki fara næstu vikurnar at vísa. Tað hevur ljóðað, at Vegard Forren ikki fer at halda fram í Klaksvík.
-Tað er ikki rættiliga greitt enn, men eingin ivi skal vera um, at eg og vit fegnir vilja hava, at Vegard heldur fram her hjá okkum, sigur KÍ venjarin.
Í løtuni vera KÍ meistaraliðini fagnað í KÍ høllini, har tað er nógv fólk.