Dámar tær nútímans hipp-hopp rapp tónleik, er Voxbotn í Havn tann 25. Juni, kanska eitt gott mið. Tá fer danski bólkurin, Ude Af Kontrol trínur á pallin á Okkara Voxbotn. Ude af Kontrol byrjaði í 2014 tá Daniel Balken, Joachim Nicholas Rouse og Mark Løvendahl settu bólkin á stovn, og teir hava verið virknir síðani.
Teir hava lagt seg eftir at gera hipp-hopp og rapp tónleik. Sangtekstirnir eru karráir, og tónleikurin kryddaður við alskyns nútímans rútmum og effektum. Tey, sum skipa fyri Voxbotn siga, at teir eru fastir fúsir á flest øllum festivalum og pallum í Danmark.
Tey siga, at teir hava ein serligan alsk til Føroyar og tey ivast ikki í, at tað fer at merkjast á Voxbotn, Fyrr í ár gav bólkurin út sjónbandalagið, “Taknemlig”, sum eisini varð upptikið í Føroyum,
Onnur, sum fara á pall á Voxbotn, eru Tobias Rahim, Brimheim, Reiley, Rasmus Hagen, Boyzlife, Michael Learns to Rock, Niarn, Hugorm, Tungevaag, Týr, Swangah og Safir.










