Tað er gravgangur eftir at hitta løgmann

Tey vilja bæði tosað um arktisk, handilsviðurskftini - og springarar

##med2##

 

Í morgin fer Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, til Íslands á stóra Ráðstevnu um Arktisk. Tað er »Arctic Circle« ráðstevna, sum nú verður aftur í Íslandi, har umboð fyri nógv lond, við áhuga í Arktisk, eru við.

 

Eisini Føroyar eru við í Arktisk og tí er løgmaður eisini boðin við á ráðstevnuna, har hann eisini skal halda røðu. Hann sigur í tíðindunum á FM1, at tað er rættiliga stórur áhugi fyri at hitta hann á ráðstevnuni. Tað eru nógv, sum vilja skifta orð við hann um okkara støðu til Arktisk, um handilsviðurskifti, og annað. Men so eru tað eisini nógv, sum hava frætt um springaradrápið á Skálafjørðinum, og sum vilja hava eina frágreiðing um tað.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr løgmanng greiða frá