- Støðan er grátulig. Tað heldur Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Hann vísir á samstundis sum føroysk skip tveita høvd í havið aftur, noyðist høvdavirki í Føroyum nú at senda skip til Noregs at keypa høvd, fyri at framleiðslan ikki skal steðga. Hann heldur, at tað er syndarligt at vit ikki eru komin longur á hesum øk.i
Hann vil tí hava at vita frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, um nøkur ætlan er at krevja við lóg, at skipini taka allan fiskin við íland, eisini livur, rogn, innvølir og slógv sum heild. Hann vísir á, at síðstu árini hava tey virkir í Føroyum, sum hava tikið ímóti høvdum og livur, havt støðugt truplari við at fáa hendur á rávøru.
Løgtingið hevur fleiri ferðir viðgjørt spurningin, men samgongan hevur víst tí aftur hvørja ferð, tí tað skuldi viðgerast í sambandi við ætlaðu fiskivinnunýskipanina.
Men Henrik Old heldur, at hetta hevur einki við nakra nýskipan og kann setast í verk fyri seg og tí vil hann hava at vita um Jacob Vestergaard hevur nakrar ætlanir á økinum.
Fleiri tinglimir gjørdu greitt, at teir taka undir við, at krevja við lóg, at skip og bátar allan fiskin til lands, eisini livur, rogn, innvølir og slógv sum heild. Teir føra fram, at nú hevur verið tosað um hetta so leingi at føra alt til lands, men tað hevur ikki eydnast og sostatt er eingin annar útvegur enn at áseta tað við lóg. Jacob Vestergaard sigur, at tað hevur ikki verið lønsemi í hesum og tí er tað hent so lítið. Tað er heldur eingin meining í at taka innvølir til lands, men so at noyðast at brenna teir hjá IRF, sum tað eru dømi um. Men hann heldur, at nú eru vit komin hartil, at vit eiga at áleggja skipum at føra alt til lands, tí talan er um góða rávøru. Og vit hava ikki ráð at tveita rávøru í havið, sum vit annars kundu fingið pening fyri. Hann vísir eisini á, at nú eru stór uppsjóvarvirki í landinum sum hava nóg mikið av slógvi, sum eisini kundi verðið gagnnýtt.
|










