Enn er ikki koyrandi til summar bygdir

Tað gongur ongan veg at grava tí tað er so nógvur kavi. Heimasíðan hjá Landverki boðar ikki frá hálku allastaðni har tað kortini er hált

Seinnapartin í gjár og í nátt hevur tað verið betri veður, eftir at tað legðist so nógvur kavi, sum sjáldan fyrr fríggjadagin og leygarnáttina. Landsverk sigur, at hetta er tað ringasta tey vita um í nógv ár, so tað hevur verið rættiliga krevjandi hjá Landsverki at grava seg fram til allar bygdirnar, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki fyri Norðurøkið.

 

Og tað er framvegis ikki koyrandi allastaðni. Eitt nú er tað ikki koyrandi til Gjáar og tey vóna at koma ígjøgnum í dag. Tað er heldur ikki koyrandi til Mikladals og Trøllanesar og tað er óvist nær tey eru komin ígjøgnum, tí tað er so nógvur kavi.

 

Tað hevur eisini gingið illa at grava Funning leysa. Har fóru tey at grava klokkan seks í gjárkvøldið, men klokkan 23 vóru tey ikki komin so frægt sum niðan til íbindingina til Eiðis. Sostatt høvdu teir fleiri tímar um at grava góðar tríggjar kilometrar, so har er nógv eftir at grava, sigur Árni Jacobsen.

 

##med2##

 

Fráboðanirnar um hálku hjá Landsverki skulu avgjørt takast við fyrivarni. Sambært heimasíðuni hjá Landsverki er tað ikki hált her á Porkerishálsi - hóast myndin vísir nakað annað

 

Tað er eitt ógvuliga hent amboð, at Landsverk sigur frá koyrilíkindunum kring landið - men tað skal takast við størsta fyrivarni. Í morgum boðaði Landsverk frá  hálku um alt landið - uttan í Suðuroy. Men eisini í Suðuroy er kavi á vegnum - og tað er eisini hált, soleiðis sum myndin oman fyri av vegnum um Porkerisháls, vísir. 

 

Árni Jacobsen heldur, at tað kann hava samband við, hvat mátararnir hjá Landsverki standa. Hava teir akkurát saltað, har mátarnir standa, sláa teir ikki út.