Tað er framvegis ferð á kring landið

Tað eru bara tríggjar kommunur, sum hava minni í inntøkum í ár enn í fjør

Tað er framvegis ferð á kring landið. Tað sæst á nýggjastu uppgerðini hjá Taks yvir skattainntøkurnar hjá landskassanum og kommununum. Uppgerðin vísir, at tíggju teir fyrstu mánaðirnar í ár, frá januar til oktober, høvdu kommunurnar tilsamans 1,830 milliardir í inntøkum av kommunuskatti. Tað eru 99,8 milliónur, ella 5,77 prosent, meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

 

Samstundis hevði landskassin 1,573 milliardir í inntøku av vanligum skatti tíggju teir fyrstu mánaðirnar í ár og tað eru 111 milliónir, ella 7,59 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

 

Tað eru bara tríggjar kommunur kring landið, sum hava havt minni í inntøku av kommunuskatti higartil í ár enn tær høvdu í fjør. Tvær av teimum eru millum tær heilt smáu kommunurnar. Fugloy, hevur havt slakar 1,9 milliónir í inmtøku í ár og tað eru 6,79 prosent minni enn í fjør.

 

Fámjin hevur havt góðar 2,4 milliónir í inntøku av kommunuskatti og tað er 1, 2 prosent minni enn í fjør. Tann triðja kommunan er eitt sindur størri, tí tað er Skopunar Kommuna, sum hevur havt 13,2 milliónir í skattainntøkum higartil í ár og tað er eitt hálvt prosent minni enn í fjør.