Tað er framvegis ferð á føroyska búskapinum. Tað staðfestir Landsbankin í eini frágreiðing í dag. Tey siga, at tað stóra virksemið sæst aftur í tí lága arbeiðsloysinum og tí átrokandi tørvinum á arbeiðsmegi, bæði í privatum og í almennum vinnum.
Lønargjaldingarnar eru høgar, talið á løntakarum setir met, og vøruhandilin við útheimin gevur framvegis avlop.
##med2##
Talvan vísir bruttotjóðarúrtøkan, BTÚ, er hækkað ár um ár Sum talvan vísir, er búskaparvøksturin mettur at vera høgur í 2021 og uppaftur hægri í 2022. Vøksturin í BTÚ í vanligum prísum, er mettur at verða heili 11,2 prosent í 2022.
Í 2021 vaks BTÚ nógv og í stóran mun stavaði tað frá tí, at útflutningurin øktist nógv. Men í ár stavar vøksturin í høvuðsheitum frá hækkandi prísum. Tann stóri vøksturin í ár er sostatt ikki eitt úrslit av, at virksemið er so nógv økt, men heldur av tí at vørurnar og tænasturnar, sum vit útflyta og innflyta, eru dýrkaðar.
Varð BTÚ roknað í føstum prísum, tað er tá ið príshækkingar verða drignir frá, hevði vøksturin í BTÚ í ár verið lægri, enn roknaði BTÚ-vøksturin í leypandi prísum. Verður brúkaraprístalið nýtt sum eitt nøkulunda alternativ, fæst ein vøkstur í BTÚ upp á 3,9 prosent í ár, tá ið vøksturin í prístalinum í 2. ársfjórðingi í ár upp á 7,3 prosent, verður drigin frá.