- Tað er for stirvið!
Tað heldur Mortan í Hamrabyrgi, matáhugaður føroyingur.
Nú túsundtals ferðafólk eru í Føroyum í sambandi við sólarmyrkingina, ætlaðu nøkur at skipa so fyri, at gestirnir, og føroyingar við, kundu sleppa at smakka tað besta, vit eiga av serføroyskum mati hesa árstíðina, nevnina nakað so forkunnugt sum bankatosk.
. Men tað bleiv av ongum, tí ikki fekst undantaksloyvi til at fiska nakrar fáar toskar, ið kundu gera hesa ætlan til veruleika.
Mortan í Hamrabyrgi heldur, at eyðvitað halda tey, sum arbeiða í fyrisitingini, landsins lógir og reglur.
Men hann heldur, at tað er ov stirvið, tí tey, sum hava okkurt nýtt, eiga at sleppa framat.
Trýst á pílin undir myndina og hoyr, hvat Mortan í Hamrabyrgi heldur um tað.