Frá at hava verið næstan útideyður, er kurvabólturin í Føroyum nú í besta blóma. Tvey nýggj feløg eru sett á stovn, og nú eru upp ímóti 100 kurvabóltsleikarar í Føroyum.
Leygardagin varð á fyrsta sinni skipað fyri landskappingardysti í kurvabólti í Føroyum. Nýstovnaða Ravnur á Toftum vann 63-35 ímóti Hamar úr høvuðsstaðnum, sum í 20 ár hevur verið einsamalt felag.
Janus Jakobsen er formaður í kurvabóltsfelagnum Hamar, og hann stórfegnast um at tað nú eru onnur feløg at kappast ímóti.
- Tað er heilt fantastiskt. Eg havi verið formaður í kurvabóltsfelagnum Hamar í nøkur ár, men vit hava verið einsamallir og hava ongan havt at spælt ímóti. Síðani vit valdu at fara við til oyggjaleikirnar hava vit havt eitt ordiligt lop, tí nú eru trý lið og vit kunnu skipa fyri landskapping, sigur Janus.
Drúgv grein um kurvabóltin í Føroyum er at lesa í Sosialinum, sum er komin á gøtuna í dag.