Tað er fagnaður í HF

Fimleikafagnaður hevur verið í Norðurlandahúsinum í dag, har tvey feløg luttóku.

Hóast tað var ætlanin, at Fimleikafagnaðurin skuldi vera í fjør, so hevur hann ikki verið fyrr enn í dag. Tað var í Norðurlandahúsinum, har tvey fimleikafeløg luttóku. Tey vóru Havnar Fimleikafelag og Flog.


Úrslitið í dag gjørdist, at tað var Havnar Fimleikafelag, sum vann kappingina ímóti Flog. Tað er alt, ið fæst at vita, tí stigatalið verður ikki kunngjørt.

 

Evnið til fimleikafagnaðin var 'Ein leið'. HF valdi at lýsa leiðina á 'Mount Everest', meðan Flog valdi 'Rannvá í Skúgvi'. Við sigrinum í dag endurvann HF sær gullið, sum felagið eisini vann seinast fimleikafagnaður var.


Seinast fimleikafagnaður var á skránni, var í 2013. Tá var luttøkan størri enn í dag, tí tá luttóku - umframt Havnar Fimleikafelag og Flog - eisini Ljósið og Støkk.