Er maðurin skotin í búkin við eini harpun, skal hann prísa seg lukkuligan, at hann er á lívi.
Vit hava tosað við ein froskmann, sum er vanur at skjóta við harpun, og spurt hann, hvussu hart slíkar harpunir skjóta.
Hann sigur, at tað eru ymisk sløg av harpunum. men yvirhøvur kann sigast, at tær eru sera vandamikil vápn, sum skal handfarast við størsta varsemi
Summar harpunir skjóta við luft, og tá ið tær eru pumpaðar hart upp, fer skotið tvørturígjøgnum vaksnan mann sum onki
Aðrar hava elastikk í, sum spennir harpunina avstað, og tað er so ymiskt, hvussu hart tær skjóta.
Nú veldst eisini um, hvussu hvøss sjálv harpunin er
Sjálvandi veldst um, hvørjari harpun maðurin er skotin við.
Men undir øllum umstøðum er tað eitt undur, at hann slapp frá tí við lívinum, sigur ein froskmaður, vit hava tosað við.
Eftir hvat skilst er klaksvíkingurin skotin við einari harpun av tí slagnum, sum hava elastikk í.
Eitt drápsvápn
Á Føroya Kavaraskúla á Argjum eru teir stórt sæð samdir við froskmannin.
Jens Hansen sigur, at tað er ringt at meta um, hvussu álvarsligt hetta er, táið hann ikki veit, akkurát, hvørjari harpun, maðurin er skotin við.
Tí tað finnast so nógv sløg av harpunum.
Summar av teimum skjóta við lufttrýsti og tær skjóta so hart, at tað krevst vápnaloyvi til tær.
Men so eru tað aðrar, sum skjóta við at spenna eitt elastikk, og til tær krevst ikki vápnaloyvi, uttan so, at sjálvur ørvurin hevur meiri enn ein pík.
Tí hevur ørvurin harpunin fleiri píkar skal eisini vápnaloyvi til tær.
Eitt annnað er so tað, at flestu ørvarnir hava flíggj, ið hevur sama endamál sum agnhaldið á húki, so táið hon er farin innum, er hon ofta ring at fáa útaftur.
Sjálvur keypti hann sær einaferð eina stóra harpun, sum gekk við luftrýsti.
Hon var umleið 1,20 metrar. Men hon skeyt so hart, at hann tordi ikki at hava hana, men læt hana innaftur.
Teir skuldu royna hana einaferð á landi, men teir tordu ikki at skjóta pílin.
Hon skjeyt so hart, at tá ið vit skuldu løða hana av, vendi eg hana á skák niðurímóti gólvinum táið eg hevði tikið ørvin úr, men eg varð lyftur uppfrá gólvinum bara av lufttrýstinum, sigur Jens Hansen.
Nú hevur hann keypt sær eina minni, sum er einar 80 sentimetrar.
Men eisini hon skjýtur sera hart og má sigast at vera eitt drápsvápn.
Teir hava roynt hana á landi og hon ber einar 30 metrar.
Jens Hansen sigur, at harpunurnar, sum brúka elastikk, skjóta ikki so hart sum hinar.
Men eisini tað veldst um, hvussu gomul hon er.
Eru tær nýggjar skjóta tær harðari.
Men tær vikna rættiliga skjótt, av tí at elastikkið moyrnar.
Men at klaksvíkingurin hevur verið sera heppin, tað er onki at ivast í, leggur Jens Hansen á Føroya Kavaraskúla afturat.