Tað er eitt Guds undur at sólin rísur

- Einki nýggjárslyfti her, men skal garderoban ikki skiftast út, so má strammast eitt sindur í, sigur Ovi Brim brosandi.

Hvar verður nýggjársaftan hildin? 

 

- Á Brekkukletti hjá foreldrunum. Vit bæði, frúan og eg, hava ofta verið í Klaksvík, haðani hon er. Nú røkka børnini aldrinum, sum fær tey at leingjast eftir vinfólki og tí heimliga, tá vit ikki eru heima. So nú verða vit á Toftum. Annars lati eg frúuna um at avgera, hvar vit eru.

 

Tað sigur Ovi Brim.

 

Hvat var tað besta, sum hendi í 2023? 

 

- Øll ár eru hendingarík og hvør dagur stórur! Símun av Skarði syngur um Guðs undurverk frá morgunstundini - tað havi eg dvølt við í síðstuni. Tað er nevniliga eitt Guds undur, at sólin rísur og at til ber at kóka havragreyt á morgni. Í ár var tað helst eitt vegamót, at eg hevði ólavsøkugudstænastuna. Eg var glaður fyri møguleikan, og vóni, at Jesus Kristus var í miðdeplinum. 

 

Hvat var tað keðiligasta?

 

- Árið í ár hevur verið tungt á ymiskum mótum. Men tað hoyrir til tað at vera menniskja.

 

Ovi Brim vísir á tað syrgiliga, sum er, at kríggj er mangar staðir, og at menniskju verða forfylgd vegna trúgv og sannføring.

 

- Eg hugsi eitt nú um Ukraina, Ísrael, Gaza og tey mongu kristnu, sum vera forfjónað - einans tí, at tey trúgva á Jesus.

 

  Gevur tú eitt nýggjárslyfti?

 

- Einki nýggjárslyfti her, men skal garderoban ikki skiftast út, so má strammast eitt sindur í, sigur hann brosandi.

 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2024? 

 

- Eg biði um lív, heilsu, trivnað og gleði í tænastuni, vit standa í. Vóni, at tey, ið hava trong kor, fáa tað lættari í 2024 enn 2023, leggur Ovi Brim aftrat.