Upp undir jól varð nógv gjørt burturúr, at tað vóru hundrað ár síðani stóru bátsvanlukkuna í Norðoyggjum, tá ið fýra bátar gingu burtur – ein úr Svínoy 13. desember og tollaksmessudag ein úr Kunoy, ein av Skarði og ein úr Norðdepli.
Í Norðdepli varð minnisvarði avdúkaður. Tað var Osvald Sivertsen, sum avdúkaði minnisvarðan, og hann heldur ikki, at tað er undarligt, at so nógv varð gjørt burturúr í miðlunum og við samkomum.
-Tað er eitt fátækt fólk, sum ikki kennir sína søgu, eisini um tað so svimur í pengum, heldur Osvald Sivertsen í samrøðu í Sosialinum, sum í blaðnum í gjár ger burturúr, tá ið minnisvarðin heimi á Sýnini í Norðdepli varð avdúkaður.