Tað er eitt ár síðani B68 snýtti HB

Fyri einum ári síðani vunnu toftamenn á útivølli ímóti HB, sum ikki hevur vunnið tríggjar tær seinstu ferðirnar í Gundadali

HB fær klokkan 18 í kvøld vitjan av B68. HB hevur vunnið báðar dystirnar fyrr í ár. Í fyrsta umfari endaði tað við 4-1 heimasigri, og í 12. umfari vann HB 2-0 á Svangaskarði.

 

Hjá HB er dagsskráin at varðveita heiðursmerkjaplássið, og hjá B68 er dagsskráin at sleppa undan hóttanini at flyta niður, sum framvegis lúrir. Felags fyri HB og B68 er, at tey framvegis hava møgueika at vinna løgmanssteypið. Mikukvøldið fer HB at spæla seinnu hálvfinaluna. Tað verður í Gundadali ímóti 07 Vestur. Fyrra hálvfinalan endaði 1-1. Annað mikukvøld fer B68 at spæla seinnu hálvfinaluna. Tað verður á heimavølli ímóti EB/Streymi. Fyrra hálvfinalan endaði 3-0 til B68.

 

Síðstu ferðirnar hevur tað verið soltið við úrtøku hjá HB. Tríggjr tær seinastu ferðirnar hevur HB spælt í Gundadali. Eftir 2-1 tap ímóti KÍ og Víkingi endaði tað mánakvøldið við málleysum javnleiki í grannauppgerðini ímóti B36. Tá vóru teir í HB vónbrotnir, tí teir høvdu fleiri góðar møguleikar at skora sigursmálið.

 

B68 hevur ikki tapt síðani 21. august, tá ið toftamenn fóru úr Gundadali eftir 2-0 tap ímóti B36. Eftir 1-0 sigur í Sørvági hevur B68 tríggjar tær seinastu ferðirnar verið partur av javnleikum. 1-1 ímóti TB og KÍ og 2-2 ímóti EB/Streymi.

 

Hóast HB nógv oftari er endað omaná, tá ið B68 hevur verið mótstøðuliðið, so vísti ferðin í Gundadali fyri einum ári síðani, at tað ber til. Í dag er talan um uppgerð í 24. umfari. Í 24. umfari í fjør var B68 í Gundadali og spældi ímóti HB. Tað var 2. oktober, at toftamenn í stórum tali í Gundadali fegnaðust um 2-1 sigur.

 

Hjá HB er Samuel Johansen Chukwudi framvegis skaddur.

 

Hjá B68 er Ragnar Samuelsen tøkur aftur eftir leikbann. Gilli Samuelsen er framvegis skaddur.

 

HB – B68: Áki Leitisstein Hansen kl. 18.00.