Í Suðurgrønlandi hava tey higartil í summar ikki havt tað veður, tey høvdu vónað. Í løtuni er regn á veg í Tasiilaq, og her eru eisini stormávaringar.
Tá tað eina lágtrýstið hvørvur, kemur eitt nýtt lágtrýst.
DMI sigur um veðurvánirnar í Suðurgrønlandi, at her kann roknast við regni teir næstu dagarnar, og hitin hevur ligið millum fimm og átta stig.
Ávaringar eru eisini um storm í Tasiilaq.
- Lágtrýstini halda fram við at koma, og eitt nýtt lágtrýst er á veg í kvøld. Tað verður meira regn fram til einaferð miðskeiðis í næstu viku, sigur Henrik Andersen, sum starvast hjá DMI, við Sermitsiaq.
Hann vísir á, at brúgvaløgini fara at ávirka veðrið í útsynningspartinum av Grønlandi, og síðan flytir veðrið seg upp eftir vesturstrondini, har tað missir sína megi.
- Har ávirkanin frá lágtrýstunum verður størst, verður helst á leiðini við Maniitsoq og suður eftir, leggur Henrik Andersen aftrat.
Hitin í Grønlandi teir næstu dagarnar verður heldur einki at reypa av, og veðrið verður ikki serliga summarsligt, soleiðis sum flestu vóna - og vænta - tá summar er.