Illveðrið er orsøk til, at mest sum eingin flogferðsla hevur verið úr Føroyum og til Føroya síðsta samdøgrið.
Síðsta flogfarið at lenda í Vágum í gjár kom úr Keypmannahavn klokkan 11.28, og síðstu flogførini úr Føroyum í gjár vóru tey, sum fóru til Keypmannahavnar kl. 9.51, til París kl. 9.43 og til Keflavíkar kl. 12.13.
Seks flogfør, sum eftir ætlan skuldu lenda í Vágum seinnapartin í gjár og í gjárkvøldið, vórðu avlýst. Tað bar við sær, at fimm fráferðir úr Vágum vórðu avlýstar, tí eingi flogfør vóru í Vágum.
Sambært heimasíðuni hjá Atlantsflog lendi eitt flogfar klokkan 7.41 í morgun í Vágum. Tað kom úr Keypmannahavn, og klokkan 8.37 lætti tað aftur úr Vágum við kós ímóti Billund.
Øll hini flogførini, sum fyrrapartin vórðu ætlað at lenda í Vágum og fara úr Vágum, eru útsett til seinni í dag.