Tað er ein katastrofa

Tað verður neyðugt at leggja kommunur saman, heldur tingmaður í samgonguni

Tað er ein katastrofa, at tað eru so nógvar kommunur í Føroyum. So greiður var boðskapurin hjá Johan Dahl, tingmanni fyri Sambandsflokkin, hendan dagin, Løgtingið umrøddi fíggjarlógina fyri næsta ár.

 

Støðan í eldraøkinum hevur verið nógv frammi seinastu tíðina. Tað, sum serliga órógar politikarar og tey sum vara av eldraøkinum, er, at tað er so stórt trot á starvsfólki á eldraøkinum.  

 

Johan Dahl sigur, at tá ið eldraøkið varð lagt undir kommunrnar, var tað sjálvandi tí, at tað var mett, at tað var tað besta. Men nú nøkur ár eru farin, hevur hann hugsað seg um aftur og nú er hann komin til ta niðurstøðu, at tað var skeivt at leggja eldraøkið undir kommunurnar. Orsøkin til tað er, at tað er so ymiskt, hvussu kommunurnar eru fyri at røkja eldraøkið.

 

– Í løtuni eru føroyingar býttir sundur í A borgarar og B borgarar, tí tað eru summar kommunur, sum er væl førar fyri at fíggja eldraøkið, men tað eru eisini fleiri kommunur, sum ikki hava ráð til tað. Samstundis hana kommunurnar rent seg fastar, tí tær kunnu ikki krevja fleiri gjøld frá búfólkum, sigur Johan Dahl.

 

Hann sigur, at tí má spurningurin um eldraøkið takast upp við kommunurnar við tí endamáli at umskipa økið. Hann minnir á, at um 10 ár er talið á eldri fólkum tvær ferðir so stórt, sum tað er í dag, og verður bygnaðurin í eldraøkinum ikki broyttur, fara vit ikki at klára at hava eina nøktandi eldrarøkt, Sjálvur heldur hann, at tað verður neyðugt at leggja kommunur saman, fyri at tær kunnu veita eina nøktandi eldrarøkt. Hann heldur rætt og slætt, at tað er ein katastrofa, at vit hava so nógvar kommunur, sum vit hava og tí mugu vit leggja kommunur saman.

 

 

 

 

 

Einasta rætta

 

Tað eru ikki øll samd í. Heðin Zachariasen er fyrrverandi borgarstjóri í Sunda Kommunu, og Annika Olsen er fyrrverandi borgarstjóri í Havn, umframt at hon eisini var landsstýriskvinna í almannamálum tá ið eldraøkið varð lagt undir kommunurnar. Nú eru tey bæði tingfólk fyri Fólkaflokkin og tey eru sannførd um, at tað einasta rætta var at leggja eldraøkið undir kommunurnar, tí síðani er tað nógv ment. Tey eru sannførd um, at varð eldraøkið ikki lagt undir kommunurnar, hevði støðan verið upp aftur nógv verri enn hon er nú.

 

Annika Olsen sigur, at áðrenn eldraøkið varð lagt undir kommunurnar, høvdu vit at sonnum A og B borgarar, men hon er kortini samd í, at tað eru alt ov nógvar kommunur í Føroyum og at tær skuldu verið lagdar saman við lóg

 

Tordur Niclasen er fyrrverandi leiðari á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi, og leiðari í Roðanum, sum er eldrasamstarvið á Skálafjørðinum. Hann er púra samdur í, at tað hevur bøtt munandi um tænastuna, at eldraøkið varð lagt undir kommunurnar. Hann sigur, at orsøkin til, at vit fáa A og B borgarar er ikki tí, at økið er lagt undir kommunurnar. Orsøkin til tað er, at summar kommunur eru so lítlar og veikar, at tær klára ikki at røkja uppgávuna.

 

Politikarar førdu eisini fram, at fleiri kommunur hava hækkað skattin fyri at hava eina góða eldrarøkt. Men so eru tað eisini aðrar kommunur, sum hava eitt øgiliga lágt skattaprosent – samstundis sum tær gremja seg um, at tey hava ikki ráð til at eina nøktandi eldrarøkt.