Frelsunarherurin, sum hevur meira enn 150 ár baki, er framvegis viðkomandi í dagsins samfelag og kann gera mun kring heimin.
Tað heldur ovasti leiðarin fyri Frelsunarherin, Brian Peddle, sum júst hevur verið á vitjan í Føroyum.
– Frelsunarherurin er framvegis relevantur, vit vaksa framvegis, og vit kunnu enn gera mun kring heimin, sigur Brian Peddle við Sosialin.
Generalurin í Frelsunarherinum verður valdur av einum størri bólki av ábyrgarfólki. Í august 2018 varð Brian Peddle fyrstu ferð valdur til general, og starvstíðin er fimm ár. Hann hevur ovastu leiðsluna og er andaligi leiðarin hjá Frelsunarherinum, sum virkar í 132 londum.
Brian Peddle er ættaður úr Nýfundlandi í Kanada, men virkar úr høvuðssætinum hjá Frelsunarherinum í London í Onglandi.
Frelsunarherurin er skipaður eftir hernaðarfyrimynd og hevur 1,3 milliónir sonevndar hermenn kring heimin. Harumframt eru umleið 200.000 vaksin fólk, sum hoyra til felagsskapin, og næstan 500.000 børn og ung. Hjá Frelsunarherinum ganga sosiala arbeiðið og kristna boðanin hond í hond.
– Eg eri sannførdur um, at Frelsunarherurin spælir ein týðandi leiklut við okkara sosiala arbeiði og okkara kristna boðskapi. Eg eri vísur í, at heimurin hevur ikki brúk fyri enn einum vælgerðarfelagsskapi, men hevur brúk fyri andaligu virðunum, sum Frelsunarherurin umboðar, sigur Brian Peddle.
Í Føroyum hevur Frelsunarherurin umleið 130 limir, samkomur í Havn og í Vági, Herbergið í Havn og viðgerðarstovnin Frælsi á Eiði.
Longri samrøða við Brian Peddle kann lesast í Sosialinum sum kom út til hvítusunnu.