Tað er avlýst á Sandi

1. DEILD: EB/Streymur megnaði ikki at manna lið at fara um Skopunarfjør í dag

Skráin sigur, at klokkan 15 verður dystur inni í Dal á Sandi millum B71 og EB/Streym. Men tað verður eingin dystur. B71 boðar frá, at fyri løtu síðani varð greitt, at dysturin í dag er avlýstur. EB/Streymur hevur boðað frá, at tað er ikki eydnast at manna lið, og tí er EB/Streymur ikki farið um Skopunarfjørð. Enn er ikki greitt, nær dysturin verður spældur, ella um hann yvirhøvur verður spældur, siga tey í B71.

 

B71 er undan dystinum á fimta plássi við 32 stigum, og EB/Streymur er aftast við seks stigum.

 

Nú tá eingin dystur verður venja teir í B71 í fagrastu líkindum, og so fara teir at eta døgurða saman, verður sagt á facebook síðuni hjá B71.