Harða kapprenningin millum liðini hjá Óla Mittún og Jóhan á Plógv Hansen, GOG og Skanderborg-Aarhus um annað plássið í bestu donsku hondbóltsdeildini heldur fram.
Liðini møttust á Svendborg Arena í dag, og endaði dysturin við javnleiki 28-28. Í steðginum var eisini javnleikur. Tá var støðan 12-12.
Óli var framúr hjá heimaliðnum. Hann skoraði sjey mál upp á átta málroyndir, og var næstbesti málskjúttin hjá GOG. Óli legði eisini upp til tvey mál (assist), og hann vann liðnum eitt brotskast.
Jóhan skoraði eitt mál upp á tríggjar málroyndir.
Skanderborg-Aarhus er næstfremst í deildini við 33 stigum. GOG er nummar trý við 32 stigum. Aalborg er langt fremst við 48 stigum fyri 24 dystir.
Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Ribe-Esbjerg vunnu á útivølli 32-28 (17-16) á botnproppinum, Grindsted. Teis fekk ein málmøguleika, og hann setti hann í netið.
Ribe-Esbjerg er nummar 12 í deildini við 18 stigum. Vesturjútlendingarnir eru tvey stig frá áttanda plássinum, ið gevur atgongd til endaspælið. Fredericia hevur 20 stig á áttanda plássinum.











