Í dag var toppdystur í týsku bundesliguni millum liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg Handewitt og liðið hjá Hákuni West, Füchse Berlin í Campus-høllini í Flensburg.
Dysturin endaði við javnleiki 31-31. Lasse Bredekjær Andersson tryggjaði Füchse Berlin javnleik í allarseinasta sekundinum, og so fekk Füchse Berlin varðveitt oddasessin í bundesliguni.
Í steðginum var støðan javnleikur 17-17, og var tað ein spennandi og javnur dystur teir 6.800 áskoðararnir vóru vitni til.
Jóhan skoraði trý mál upp á fýra málroyndir, meðan Hákun mátti síggja kappingarneytan, superveteranin við ættarbondum til Trongisvágs, Hans Lindberg standa fyri enn einum góðum avriki. Í dag skoraði Hans Lindberg sjey mál.
Füchse Berlin er fremst í deildini við 39 stigum. Magdeburg er nummar tvey við 36 stigum, men við einum dysti færri enn Füchse Berlin. Tí gagnaðist javnleikurin Füchse Berlin sera væl. Nummar trý er Flensburg Handewitt við 33 stigum, og nummar fýra er liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel við 30 stigum. Um Kiel vinnur heimadystin móti Eisenach, ið byrjaði klokkan 15.30 koma teir upp á 32 stig.