Løgreglan sigur, at tað var stak friðarligt leygarnáttina. Hóast veðrið var gott, var ikki nógv fólk í býnum og tað var rættiliga friðarligt. Tveir bilførarar vórðu kortini tiknir fyri at koyra við kenning og teir eru nú skuldsettir fyri tað.
Men seinnapartin í fríggjadagin ringdu fólk til løgregluna tí tey høvdu illgruna um, at tað var eldur í einum húsum á Argjum. Løgreglan og sløkkiliðið fóru á staðið, men tíbetur var ikki eldur í nøkrum húsum. Hinvegin vóru tað fólk í einum húsum, sum høvdu sligið grasplenuna og høvdu sett eld á grasið. Tað stóð so nógvur roykur frá hesum, at grannhúsini vóru mest sum fjald í royki.
Løgreglan sigur frá tilbúgvingarleiðaranum í Havn, at tað er loyvt at brenna sligið gras, men hetta er eitt dømi um, hvussu óheppið tað er, at fólk ikki ringja til løgregluna at siga frá. Í hesum føri varð gongd sett á alt apparatið til onga nyttu. Hinvegin skulu fólk ansa eftir, at tað ikki er til ampa fyri grannarnar, at gras verður brent, tí tað er ikki loyvt at vera til ampa fyri grannarnar av royki.
Hóast tað er loyvt at brenna gras, er tað ikki loyvi til at brenna bál, uttan at fáa loyvi til tað frá kommununi.











