Tað byrjaði við einum rennitúri

- Tað byrjaði við einum rennitúri, sum eg ætlaði mær at gera, sigur Finn Johannessen um kirkjurenningina í Vági.

- Tað byrjaði við einum rennitúri, sum eg ætlaði mær at gera. Eg segði øðrum frá - og soleiðis byrjaði kirkjurenningin nýggjársaftan úr Vági til Porkeris fyri seks árum síðan.

 

Soleiðis greiðir Finn Johannessen frá, tá In.fo setir honum spurningin um veruliga upprunan til kirkjurenningina í Vági.

 

- Mær hevur dámt at runnið, og tá eg soleiðis hevði hug at fáa eina fríska byrja upp á ein ofta drúgvan dag - nýggjársaftan - so helt eg tað vera frálíkt við hesum túrinum.

 

Hann sigur, at tá so nýggjársnevndin í Vági seinni fór at bjóða til morgunmat eftir renningina, gjørdist tiltakið sera væl umtókt, og hetta sást eisini aftur í luttakaratalinum.

 

Finn Johannessen sigur, at tiltakið byrjaði nýggjársaftan í 2010, heilt tíðliga um morgunin.

 

- Vit vóru kanska eini 10, sum leitaðu okkum avstað, nøkur gangandi, nøkur rennandi og onkur á súkklu.

 

Hann sigur, at árini eftir varð tiltakið lagt til at byrja klokkan 10 á morgni, og hetta vísir seg at rigga væl. Luttakaratalið er bara økt hesi árini, síðan farið varð undir kirkjurenning - í helst Føroya fremstu nýggjársbygd, Vági.

 

- Seinasta ár vóru vit fleiri enn 40, og tað var fantastiska stuttligt at kunna renna frá Vágs kirkju og út til kirkjuna í Porkeri og so aftur til Vágs. Vit hava runnið í øllum hugsandi veðri, men vit royna altíð at ansa væl eftir.

 

Finn Johannessen vísir á, at ferðslan hesa tíðina á degnum - nýggjársaftan - er ikki serliga nógv, og tað er ein fyrimunur fyri tiltakið.

 

- Jú, vit eru sera spent og gleða okkum til tiltakið í morgin, og vit vóna, at nógvir luttakarar koma við, sigur primusmotorurin til kirkjurenningina í Vági.