TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var í formansrundini á Rás2 við Sjúrð Olsen, formann í FC Argjum, sum er felagið, sum tekur sær av effodeilds-liðnum hjá AB.
Sjúrður er ein ógvuliga lættur maður í kvøld, nú AB hevur bjargað sær tilveruna, sum effodeildslið. Tað hava verið nøkur nervapirrandi ár, har AB hevur fleiri ferðir byrjað illa, men hevur so gjørt ein endaspurt, sum hevur bjargað øllum.
Sjúrður Olsen fer tó at lata yngrar kreftir koma framat í FC Argjum, og fer sjálvur at verða partur av stuðlafelagnum hjá AB í framtíðini.
Hann konstateterar, at ársveitslan hjá AB varð avlýst, men nú bleiv hon kortini í kvøld, tí nú hevur AB opið hús í felagshúsinum úti í Vika.