- Tað var beinanvegin, at tað varð telefonstormur at frætta meiri um ætlanina.
Tað sigur Andrass Róin, stjóri í Bústøðum.
Les eisini: Gera nú Kommunuskúlan til 37-39 lestrarbústaðir
Hóskvøldið samtykti Tórshavnar Býráð eina at gera avtalu við Bústaðir um at taka ein part av Kommunuskúlanum til lestraríbúðir, og at gera 37 íbúðir í skúlanum.
Andrass Róin sigur, at tað var beinanvegin fríggjamorgunin, at telefonin fór at ringja, og tað vóru rættiliga nógv, bæði lesandi og foreldur, sum ringdu at frætta meiri um ætlanina.
Les eisini: Hetta er størsta framstigið í okkara tíð
Avtalan ímillum Býráðið og Bústaðir varð undirskrivað longu fríggjamorgunin, dagin eftir at býráðið hevði samtykt tað.
- Av talan nú er undirskrivað, merkir, at nú kunnu vit seta fulla ferð á arbeiðið, og tað fara vit eisini at gera, sigur stjórin í Bústøðum.
Les eisini: Hetta er øgiliga syrgligt at standa uppiyvir
Hann sigur, at fyrsta stigið er at finna ein arbeiðstakara, sum kann gera íbúðirnar. Tey hava 50 milliónir at arbeiða við. Av teimum 50 milliónunum, hevur Býráðið sett 15 milliónir í verkætlanina, og Bústaðir setir 35 milliónir í ætlanina.
Fyri at fáa leiguna so bíliga sum gjørligt, er ætlanin at brúka sum mest av bygninginum, sum hann stendur nú, at byggingin verður so rá og nátúrlig, sum gjørligt.
Men hvussu høg húsaleigan verður, dugir stjórin ikki at siga. Men ætlanin er at gera íbúðir í ymsum støddum, og hann vónar at tær minnu íbúðirnar við køk, bað og kamari og stovu í einum, kunnu fáast til leigu fyri slakar 3.000 krónur um mánaðin og at tær størru íbúðirnar kunnu fáa til leigu fyri 4000 krónur um mánaðin, ella gott tað.
- Men tann veruliga prísin kenna vit ikki, fyrrenn byggingin er liðug, og alt er gjørt upp, sigur Andrass Róin.
Hinvegin metir hann ikki, at Bústaðir klára at fáa leiguna longur niður.
Samstundis er hann fullgreiður yvir, at tey lesandi eru ikki tey mest peningasterku, men skal talan vera um at lækka leiguna, verður neyðugt at politiski myndugleikin kemur uppí, tí eru tað ávísir samfelagsbólkar, sum skulu hava sersømdir, er tað ein politiskur spurningur.
Talan kann vera um at lata Bústøðum stuðul at byggja lestraríbúðir fyri. Talan kann eisini vera um at hækka lestrarstuðulin, ella at lata eitt bústaðarískoyti. Talan kann eisini vera um at hækka innskotið hjá Bústøðum fyri at fáa leiguna niður, ella at toyggja tað yvir eitt longri áramál.
Men Andrass Róin sigur, at talan má altíð vera um at fíggjarliga grundarlagið ikki verður tikið undan Bústøðum, tí framtíðarbygging frá tryggjast.











