Tað besta var at verpápin gjørdist frískur

- Eg vóni, at kríggið millum Russland og Ukraina endar, sigur Súni Fríði Johannesen.

Hvar heldur tú nýggjár og verður okkurt gjørt burturúr? 

 

- Vit halda nýggjár fyri okkum sjálv í ár. Men, vit plaga at hugna okkum saman við góðum grannum á midnátt. 

 

Tað sigur Súni Friði Johannesen, sum er ættaður úr Runavík, men býr í Esbjerg, har hann starvast sum lærari.

 

Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2022? 

 

- At fáa møguleika at heiðra mammu og Tóra í oktober á 90 og 85 ára føðingardegnum. At verpápin Piotr bleiv staðfestur frískur. At koronuavmarkingar blivu burtur, og at gerandisdagurin gjørdist normalur aftur. 

 

Hvat var tað keðiligasta í 2022? 

 

- At verpápin fekk staðfest krabba í hálsinum - og innrásin í Ukraina í februar í ár.

 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2023?

 

- Eg vóni, at kríggið millum Russland og Ukraina endar. At inflatiónin minkar, og at vit fáa eitt samfelag, har allir samfelagsbólkar kunnu føla seg heima í egnum landi, í sátt og semju. At míni fótbóltsfeløg í Føroyum fáa eitt gott kappingarár, og at hondbólturin framvegis kemur at taka okkum øll á bóli.

 

Gevur tú eitt nýggjáarslyfti?

 

- Tað mest vanliga - at sleppa av við minni góðar vanar. Og hvør veit, um ikki okkurt hálvmaraton verður runnið, sigur Súni Fríði Johannesen.