Har verður veruliga servera við tí besta av øllum hillum, tá Terji, Signar, Holgar og Hans Marius spæla har fríggjakvøldið.
Teir hava hvør í sínum lagið gjørt um seg tónleikaliga bæði heima og úti, hittsmiðurin Terji Rasmussen, eitt tað heitasta navnið í Føroyum Signar í Homrum, Holgar Jacobsen, ið við sínum tveimum seinastu fløgum hevur spælt seg inn í hjørtuni á føroyingum og so Hans Marius Ziska, ið undir navninum Marius hevur gjørt minst líka nógv um seg uttanfyri Føroyar sum í Føroyum.
Fríggjakvøldið kl. 21 fara teir á sama pall í Mimir. Konsertin verður frá 21-24, tá Holgar sjálvur tekur yvir við einum góðum blandi av fólkatónleiki, kontri, blús, vágasoundi og øðrum góðum.










