Tað besta árið í Føroyum í sjey ár

Tað varð nógv meiri goldið í lønum í Føroyum í fjør enn undanfarin ár

Í fjør vórðu 7.603 milliónir krónur goldnar í lønum í Føroyum, og tað hetta eru 412 milliónir meira enn í 2013.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni og sostatt er vøksturin 5,7 prosent.

 

Í 2008 var talan um ein vøkstur ár 8 prosent og síðani tá hevur hann ligið ímillum 1 og 1,5 prosent um árið, uttan í 2009, tá ið lønirnar minkaðu, og í 2012, tá vøksturin var 3,5%.

- Vøksturin á 5,7% í 2014 er sostatt størsti vøksturin síðan 2008, sigur Hagstovan.

 

Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at í 2013 vuksu lønirnar einans í almennum og privatum tænastuvirksemi, men í 2014 vuksu lønargjaldingarnar í øllum høvuðsbólkunum.

- Lønarvøkstur hevur sostatt verið í flestum vinnugreinum. Størsti árligi lønarvøksturin í 2014 var í flutningsvinnuni á sjógvi og landi. Hendan vinnugreinin hevur seinni mongu árini havt ein støðugan vøkstur, og árligu lønarútgjaldingarnar eru nærum tvífaldaðar eftir 10 árum.

Vøksturin í 2014 afturímóti 2013 er tó serliga stórur á 92 milliónir krónur, ella 14,5 prosent. Tað svarar til vakstrarískoyti á 1,3 prosentstig til samlaða lønarvøksturin á 5,7%. Her er frálandavinnan tald við.

 

Í 2013 minkaðu lønargjaldingarnar í fiskivinnuni, bæði á sjógvi og landi, men í 2014 var munandi vøkstur í hesum vinnum.

Eftir at hýrurnar minkaðu 36 milliónir krónur í 2013, vuksu tær aftur 59 milliiónir krónur í fjør. Hetta svarar til árligan vøkstur á 8,1 prosent og eitt vakstrarískoyti á 0,8 prosentstig til samlaða vøksturin.

Lønirnar í fiskavøruídnaðinum vóru 337 milliónir krónur í 2014, tað eru 20 milliónir fleiri enn í 2013, ella ein vøkstur á 6,4 prosent.

 

- Tað eru greið tekin um, at virksemið í byggivinnuni ver veksandi aftur, eftir nøkur ár við afturgongd, sigur Hagstovan.

 

- Tað vórðu goldnar 57 milliónir kronur fleiri í lønum í 2014 enn í 2013, tað er ein vøkstur á 13,5%, og tað svarar til 0,8 %-stig av samlaða vøkstrinum á 5,7%.

 

Við undantaki í 2010 hava lønarútgjaldingarnar í alivinnuni verið støðugt vaksandi síðan bakkastið fyri 10 árum síðan.

 

Árligi vøksturin hevur ligið míillum 11 og 16 prosent síðani 2011, og í fjør hevði alivinnan eitt vakstrarískoyti á 0,5 prosentstig av samlaða vøkstrinum.

 

Størsta vinnugreinin, almenn fyrisiting, kommunur v.m., rindaði 1.089 millióni krónur í lønum í 2014, tað vóru 32 milliónir fleiri enn í 2013, og tað svarar tað til ein vøkstur á 3,1%.

 

Einans vinnugreinarnar, Postur og samskifti, og Fígging og trygging, høvdu eina minking í lønargjaldingunum í fjør.

Lønirnar í hesum vinnugreinum hava verið minkandi seinsastu árini. Aftur ímóti 2010, vórðu 73 milliónir krónur færri goldnar í 2014, tað er ein minking á 14 prosent eftir fýra árum, sigur Hagstovan.