Tað ber ikki til at vit bara strika bummgjøldini

Samgongan skal finna eina politiska semju, bæði um bummgjøldini og um prísin á ferðaseðlum við Strandferðsluni

##med2##

 

Tað ber ikki til at vit bara pilka bummgjøldini burtur úr og strika tey – uttan at hugsa um prísin á ferðaseðlum við skipunum hjá Strandferðsluni. Tað heldur ein av oddafólkunum í samgonguni, Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, og formaður floksins.

 

Spurningurin um at strika bummgjøldini í Norðoyatunlinum og í Vágatunlinum, var aftur til umrøðu í Løgtinginum í gjár. Men tá vildi landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Uni Rasmussen ikki lova, at bummgjøldini verða strikað, ti hann sigur, at tað verður neyðugt at finna eina politiska semju. Beint áðrenn summarferiuna setti samgongan ein bólk at finna semju um samferðsluviðurskiftini.

 

Men Christian Andreasen sigur, at tað ber ikki til at pilka bummgjøldini burtur úr og viðgera tet fyri seg. Hann sigur, at í sama viðfangi verður eisini neyðugt at finna semja um, hvat tað skal kosta at ferðast við Strandferðsluni.

 

Hann sigur, at hetta er ein spurningur, sum hevur útreiðslur við sær fyri landskassan og sostat má hesin spurningur takast upp nú fíggjarlógin næsta ár verður løgd.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvørjar tankar, Christian Andreasen hevur gjørt sær um bummgjøld, og ferðaseðlarnir við Strandferðsluni.