Tað ber ikki til at arbeiða

Lógin um alment innlit er vorðin yvirdrivin

Tað ber slett ikki til at arbeiða, tí tað er komin inflatión í lógina um alment innlit.

Tað heldur Kári P. Højgard, formaður og tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin.

 

Tað vakti ans herfyri, tá ið Johan Dahl, landsstýrismaður, gav til kennar alment, at hann heldur, at lógin um alment innlit er ov rúmsátt.

 

Og nú fer Kári P. Højgaard upp í sama kór, tí eisini hann heldur, at tað er vorðið ov yvirdrivið við lógini um alment innlit.

Á tingsins røðarapalli staðfestir hann, at lógin er so rúmsátt, at tað ber slett ikki til at arbeiða sum landsstýrismaður, soleiðis sum støðan er nú.

 

Hann hugsar serlig um tað eina málið, sum hevur fylt nógv seinasta árið og sum at enda kostaði honum høvdið sum landsstýrismaður.

 

Tað er sjálvandi málið um Eysturoyartunnilin, hann hugsar um og har tvíheldur hann framvegis um, at hann hevði fulla heimild til tað, hann gjørdi.

 

Men nú er so kanningarstjóri settur at kanna málið.

- Hvør skal taka ábyrgdina, skuldi kanningarstjórin komi til ta niðurstøðu, at eg bar meg rætt at, spyr hann.

 

- Hvør skal so ábyrgdast fyri, at ein íløga á hálvaaður milliard, sum lá fullkomiliga uttanfyri landskassan, datt niðurfyri, spyr hann eisini.

 

Hann upplýsir eisini fyri Løgtinginum, at ”fremsta serfrøði” hevur staðfest, at í sambandi við Eysturoyartunnilin er talan um so stór virði, at tað ílagi at halda málið í trúnaði.

 

Hann spyr um tað er so, at allir sáttmálar skulu almannakunngerast, áðrenn teir eru undirskrivaðir.

Skulu allir sáttmálar almannakunngerast og fáa fólksins undirtøku áðrenn teir verða undirskrivaðir, spyr hann.

 

Hann er sannførdur um, at vóru makrelsamráðingarnar førdar í miðlunum, hevði úrslitið ikki verið so gott, sum tað er.

 

Tí vil Kári P. Højgaard heldur ikki vita av uppskotinum hjá Tjóðveldi um at gera tað lættari at fáa alment innlit.

 

Hann spyr um tað er rímiligt, at mál ikki kunnu verða viðgjørd í landsstýrinum, uttan at tað altíð skal almannakungerðast.