Vøksturin í almennu nýtsluni í 2013 var 3,2%, og metti vøksturin fyri 2014 og 2015 eru ávíkavist 2,3% og 1,9%. Tølini eru í ársins prísum.
Hetta skrivar Búskaparráðið í nýggju frágreiðingini.
Frá 1999 til 2003 var vøksturin í almennu nýtsluni sera stórur - millum 8 og 10 %. Árini 2007 og 2008 var eisini tilsvarandi stórur vøkstur í almennu nýtsluni. Vøksturin seinastu árini hevur ligið millum 1 og 4 %.
- Tølini benda á, at broytingar í almennu nýtsluni hava verið konjunkturviðgangandi – tá nógv hevur verið í kassanum hevur nógv verið brúkt og øvugt - og hevur hetta økt heldur enn minkað um sveiggini í búskapinum. Umráðandi hjá tí almenna er ikki at endurtaka gongdina frá byrjanini av øldini og 2007 og 2008, um búskaparliga virksemið fer at økjast komandi árini, skrivar Búskaparráðið, sum tó eisini staðfestir, at serligar avbjóðingar eru:
- Demografiskar broytingar í komandi árum fara at gera tað trupult at avmarka vøksturin í almennu nýtsluni.