Mánadagin og týsdagin skipaði Barnabati Føroyar fyri ráðstevnu um kynsliga misnýtslu av børnum uppi á Hotel Føroyum.
Ikki færri enn 170 fólk vóru við og tað var, sum nevnt í blaðnum í gjár, nógva ferðir meira enn tað, sum nevndin í felagnum hevði roknað við.
Ráðstevnan var skipað við fyrilestrum og »workshops« og fyrilestrarhaldararnir vóru bæði úr Føroyum og úr Danmark.
Tá ráðstevnan var liðug, fingu vit orð á formannin í Barnabata í Føroyum, Marnu Olsen og teimum báðum donsku fyrilestrarhaldarunum, Onnu Pontoppidan og Lotte Wenstrup, sum báðar eru sálarfrøðingar.
Dirvið krevst
Tað, sum donsku fyrilestrarhaldararnir serliga vóru fegnar um var, at Barnabati hevði víst tað dirvi, sum krevst, til at taka eitt slíkt mál upp á eini ráðstevnu.
Lotte Wenstrup vísir á, at tað er neyðugt at viðgera kynsliga misnýtslu av børnum, tí verður tað tagt burtur eru tað børnini, sum eru stóru tapararnir.
Hon vísti eisini á, at talan er um ein alheims trupulleika og tí skal hann eisini viðgerast sum ein slíkur.
? Tað fyrsta vit mugu staðfesta er, at trupulleikin ikki avmarkar seg til Danmark ella til Føroyar, tí aðrastaðni hava tey júst somu trupulleikar at dragast við. Tí mugu vit venda eygunum tann vegin har tað hendir, og við tí senda vit eini boð um, at vit ikki vilja góðtaka slíkan ólevna, sigur hon.
Samstundis vístu tær tríggjar á, at evni er so ótrúliga viðkvæmt at viðgera, at tað skal gerast varisliga.
? Vit eiga ikki og kunnu ikki blása málið upp til nakað stórt, tí tað einasta vit fáa burtur úr er, at vit skaða tey, sum hava verið úti fyri slíkum, sigur Lotte Wenstrup.
Og tað er ikki meiningin við hjálpini til børnini, sum kunnu fáa stóran skaða.
Ikki nýtt fyribrigdið
Tað, sum allar tríggjar leggja dent á, er, at hetta við kynsligari misnýtslu, er ikki nakað nýtt fyribrigdið.
? Tað er nakað, sum er komið fyri í nógv, nógv harrans ár. Eisini her hjá okkum, sigur Marna, ? Men tey seinnu árini, ella serliga seinastu tíðina, eru nógv mál komin undan kavi í rættinum. Tí verður meira tosað um tey nú.
Og tað er spurningurin um, hvussu tey, sum hava verið úti fyri kynsligari misnýtslu, kunnu hjálpast, sum skal svarast, samstundis, sum ein vælvirkandi fyribyrging, skal setast í verk. Men tað er so avgjørt lættari sagt enn gjørt, skilst.
? Niðurstøðan á ráðstevnuni var, at ein arbeiðsætlan skal gerast, sum sigur, hvussu farast skal fram, og hóast tað fer at krevja eitt stórt arbeiði av nógvum, so fara vit at royna at seta hetta saman, sigur Marna.
? Tað hava børnini fyri neyðini, sigur hon.
Spurd, hvussu ein arbeiðsætlan skal gerast, sigur Marna, at tað er hon ikki greið yvir í løtuni, men tað fer felagsskapurin í holt við nú.
? Vit hava fingið samband við nógv fólk um hesa ráðstevnuna, og tað eiga vit at fáa gagn av, tí ráðstevnan hevur víst okkum, at tað er sera stórur áhugi fyri málinum, sigur Marna Olsen.